info
Ongi úrslit
Vitlíkismynd av einum fylgisveini, ið virkar sum dátumiðstøð á ringrás um jørðina.

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

Fylgisveinarnir skulu virka sum dátumiðstøðir á ringrás um jørðina. Sambært amerikanska samskiftiseftirlitinum FCC skal verkætlanin nøkta vaksandi tørvin á telduorku til vitlíki.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 21:10

Amerikanska rúmdarferðarfelagið SpaceX hevur fingið loyvi til at senda upp í eina millión fylgisveinar á ringrás um jørðina. Tað boðaði amerikanska samskiftiseftirlitið FCC frá mikudagin.

Verkætlanin eitur Starmind. Fylgisveinarnir skulu viðgera stórar mongdir av dátum í rúmdini, og úrslitini skulu brúkast á jørðini. Sambært FCC er hetta fyrstu ferð, at amerikanskir myndugleikar geva loyvi til eitt net av dátumiðstøðum í rúmdini.

Sambært treytunum í loyvinum skal SpaceX byrja at senda fylgisveinarnar upp í seinasta lagi í november 2033. Í november 2035 skulu 100.000 vera komnir á ringrás, og í november 2038 skal talið vera komið upp á 500.000, skrivar Reuters.

Sambært Ritzau eru umleið 17.000 fylgisveinar í rúmdini í løtuni. Enn er ógreitt, um SpaceX fer at brúka loyvið til fulnar.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

8 minuttir síðan
Lesarabrøv

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

21 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

37 minuttir síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

1 tími síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

5 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

6 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

6 tímar síðan