Seint í gjárkvøldið visti Reuters at siga, at 16 fólk hava latið lív og í minsta lagi 32 hava fingið løstir í einum hørðum jarðskjálvta í Tibet.
Tað eru lokalir myndugleikar í landinum, sum eru kelda hjá tíðindastovuni, og tíðindini eru eisini borin í almennum kinesiskum miðlum.
Sambært almennu kinesisku tíðindastovuni Xinhua er støðan hjá 11 av teimum 32 løstaðu kritisk, meðan onnur hava fingið smærri løstir.
Sagt verður, at í minsta lagi 339 hús eru smokkað saman, men seint í gjárkvøldið høvdu myndugleikarnir í Tibet ikki fult yvirlit yvir støðuna.
- Hetta er harðasti jarðskjálvti, sum hevur rakt Kina, sum Tibet er partur av, síðan í januar í 2024, veit tíðindastovan Reuters at siga.