Bústaðir sleppur nú at keypa eitt grundøki við Villingardalsvegin, sum Tórshavnar kommuna áður hevði avtalað at selja HVT.
Undirskrivaða skeytið millum HVT og kommununa varð ongantíð tinglýst, tí avtalaði keypspeningurin ikki varð rindaður. Tað stendur í málslýsingini til býráðsfundin 22. oktober.
Hóast handilin ikki varð gjøgnumførdur, hevur HVT sambært kommununi arbeitt víðari við at finna íleggjarar til ætlaðu íbúðarbyggingina. Felagið hevur eisini verið í samráðingum við Bústaðir um bygging á umleið einum triðingi av økinum, matrikul nummar 1355.
Bústaðir vil eiga lendið
Ætlanin var, at HVT skuldi byggja íbúðirnar og síðani selja tær til Bústaðir. Men Bústaðir er sambært málslýsingini ikki áhugað í at byggja á lendi, sum stovnurin ikki eigur.
Tí hava partarnir umrøtt, hvussu ognarskiftið kann skipast, so byggingin ikki verður óneyðuga seinkað.
Loysnin, sum kommunan leggur upp til, er, at Bústaðir keypir alla ognina og verður tinglýstur eigari. Síðan kann Bústaðir søkja um byggiloyvi, samstundis sum søkt verður um at býta ognina sundur.
Tá sundurbýtið er avgreitt, kann eftirverandi lendið seljast aftur til HVT, um Bústaðir ikki ætlar at nýta tað til fleiri íbúðir.
Sundurbýti kann taka nærum eitt ár
Hin møguleikin hevði verið at býtt ognina sundur fyrst og síðani latið Bústaðir keypt tann triðingin, sum skal nýtast til byggingina.
Men sambært kommununi kann málsviðgerðin í sambandi við sundurbýtið taka upp ímóti einum ári. Tað hevði seinkað ætlaðu íbúðarbyggingini.
Umsitingin metir tí, at skjótasta og mest skynsama loysnin er at lata Bústaðir yvirtaka alla ognina fyrst.
Í skjalayvirlitinum til málið verður eisini víst til eina váttan frá HVT um, at handilin ikki er gjøgnumførdur, og at felagið ikki mótmælir sølu til Bústaðir.
Seks atkvøddu fyri
Býráðið góðkendi søluna við seks atkvøðum fyri, trimum ímóti og fýra blonkum.
Elsa Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála atkvøddu fyri.
Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Annfinn Brekkstein atkvøddu ímóti. Høgni Vilhelmsen, Birgir Nielsen, Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen atkvøddu blankt.
Gerðabókin upplýsir ikki grundgevingarnar hjá teimum, sum atkvøddu ímóti ella blankt.
Í dagførdu málslýsingini er heldur ikki upplýst, hvussu nógvar íbúðir verða bygdar í fyrsta umfari, nær byggingin kann byrja, ella hvat leigan verður.