Tíðindaskriv:
Frændur, Føstufressar, Taxi, Moirae, Funkies, Eyðun og Terji, Funkies, Jóannes og Co., Kim og Co. Skeyk, Rekini og onnur tónleikanøvn, hava ríkað okkum við tónleikinum hjá Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terja Rasmussen.
Sum partar av bólkum og undir egnum navni, hava hesir tríggir útgivið fleiri hitt, enn vit klára at nevna. Tí er lagt upp til eina tónleikaveitslu útyvir tað vanliga við Tjarnir 15. mai.
Samanlagt hava Kim, Terji og Eyðun skrivað og útgivið nóg nógvan tónleik til, at konsertin kundi verið í fleiri dagar, tí verður sjálvandi talan um eitt gott úrval. Men teir lova, at umframt øll tey nógvu hittini, so verða nakrir persónligir favorittar eisini tiknir við.
Lagt er upp til ett risa stórt rokk show, har Føroya størsta høll verður karmurin, og ljóð, ljós og show matchar tónleikin.