info
Ongi úrslit

Nú kunnu vit panta sodavatn og vín á sama stað

Í 14 ár hevur verið arbeitt við at fáa eina felags pantskipan. Fleiri landsstýrisfólk hava boðað frá, at hon var á veg. Men nú verður hon veruleiki. Frá týsdegnum kunnu vit lata øll pantíløt inn á sama stað á 83 pantstøðum um alt landið

John Johannessen
27. november 2026 kl. 19:27

Frá týsdegnum 1. desember verður tað munandi lættari hjá føroyingum at sleppa av við tómar fløskur og dósir.

Tá verður nýggja pantskipanin sett í verk, og vit kunnu lata øll skrásett pantíløt inn á sama stað, uttan mun til, hvar tey eru keypt.

Tú kanst sostatt fara í matvøruhandilin við tómum vínfløskum, sum tú hevur keypt í Rúsuni, og í Rúsuna við tómum sodavatnsfløskum, sum tú hevur keypt í matvøruhandlinum.

Føroysku drykkjuvøruframleiðararnir hava tó bert skyldu til at taka ímóti sínum egnu íløtum.

14 ár á veg

Tað hevur tikið 14 ár at fáa nýggju pantskipanina í lag.

Longu í 2012 varð eitt uppskot gjørt um, at handlar skuldu taka ímóti øllum pantíløtum, uttan mun til, hvar tey vóru keypt. Men semja fekst ikki um, hvussu skipanin skuldi skipast, og hvør skuldi hava ábyrgdina.

Í 2016 mælti Rúsdrekkasøla Landsins til at seta eina felags pantskipan á stovn. Í 2019 varð pantskipanin partur av samgonguskjalinum.

Í juni 2021 boðaði Helgi Abrahamsen, táverandi landsstýrismaður, frá, at føroyingar væntandi fóru at fáa eina felags pantskipan sama heyst.

Árið eftir boðaði eftirmaður hansara, Magnus Rasmussen, frá, at hann ætlaði at leggja lógaruppskot um nýggja pantskipan fyri Løgtingið um heystið.

Í mai 2024 samtykti Løgtingið so lógaruppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um eina felags pantskipan. Tá var ætlanin, at skipanin skuldi virka frá 1. oktober 2025.

Men hvørki nýggja panthøllin ella telduskipanirnar vóru klárar, og tí varð skipanin útsett til í ár.

Ætlanin var so at seta skipanina í verk 1. september í ár, men heldur ikki tað eydnaðist. Hesa ferð var tað eitt løgfrøðiligt ivamál, sum tók seg upp.

Tann 12. november samtykti Løgtingið einmælt eina lógarbroyting, sum skuldi rudda seinastu forðingina av vegnum.

Og týsdagin verður so nýggja pantskipanin veruleiki.

Tvær ella fýra krónur

Við nýggju pantskipanini verða bara tvey pantvirði. Fyri fløskur og dósir, sum rúma hálvan litur ella minni, fært tú tvær krónur. Fyri størri íløt fært tú fýra krónur.

Skipanin fevnir um skrásett drykkjuíløt úr glasi, plasti og metali, sum rúma millum 15 sentilitrar og tríggjar litrar.

Talan er millum annað um íløt til øl, sodavatn, vatn, vín, brennivín, djús og saft.

Fløskurnar og dósirnar skulu vera tómar og ikki kroystar, og strikukotan skal kunna lesast.

Á heimasíðuni pant.fo ber til við fartelefonini at skanna strikukotuna á einum ílati og fáa at vita, um pant er á tí.

83 pantstøð um alt landið

Um alt landið eru 83 skrásett pantstøð. Av teimum eru 28 í Streymoy, 22 í Eysturoy, 14 í Suðuroy, níggju í Norðoyggjum, sjey í Vágum og trý í Sandoynni.

Tað er IRF, sum umsitur nýggju pantskipanina. Pantíløtini verða savnað inn og flutt í nýggju panthøllina í Sandavági, har tey verða flokkað til endurnýtslu ella endurvinningar.

Endamálið er at fáa fleiri íløt aftur í ringrás, minka um burturkastið og spara orku og rávørur.

Einki pant sunnudagin og mánadagin

Í sambandi við skiftið til nýggju skipanina verða allar pantmaskinur um alt landið stongdar frá leygarkvøldinum klokkan 22 og til og við mánadegnum.

Men týsmorgunin ber so aftur til at selja pant – nú uttan at noyðast at skilja vínfløskurnar frá sodavatnsfløskunum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At ganga plankan út

35 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Zamar gevur út jólasangin „Jólakvøld“

1 tími síðan
Tíðindi

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Lat tað Vera jól

1 tími síðan
Hondbóltur

Magnus var næstbesti málskjúttin hjá Mors-Thy

1 tími síðan
Tíðindi

Íverkseti á Fair Isle fingið stóra viðurkenning

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvar gekk tín leið?

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar livdu upp til favorittleiklutin

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan