info
Ongi úrslit

Íverkseti á Fair Isle fingið stóra viðurkenning

Fair Isle Knitting Holidays bjóðar gestum bindiferðir út á fjarskotnu oynna, har gestirnir kunnu læra at binda, bæði við hond og á maskinu

Vilmund Jacobsen
27. november 2026 kl. 18:57

Ein íverkseti á lítlu hetlendsku oynni, Fair Isle, hevur fingið næstan 900.000 krónur til sína fyritøku, Fair Isle Knitting Holidays, sum fæst við binding og skipar fyri bindiferðum út á oynna.

Av upphæddini skal peningur eisini brúkast til umvæling av kirkjuni á oynni.

Íverksetin er franska kvinnan, Marie Bruhat, sum í sínari tíð gjørdist hugtikin av Hetlandi og lítlu oynni, Fair Isle, og tað er fyritøkan hjá henni, sum hevur vunnið virðislønina.

Fair Isle Knitting Holidays bjóðar gestum vikulangar bindiferðir út á fjarskotnu oynna, har gestirnir kunnu læra at binda, bæði við hond og á maskinu.

Virðislønin, sum kallast Scottish EDGE Pathway Award, varð handað á einum hátíðarhaldi í Edinburg í gjárkvøldið, og tað er skotska stjórnin, sum stendur aftan fyri stuðulin.

Sambært Shetland News fer peningurin til at byggja eina millumhædd í gomlu kirkjuni á Fair Isle, sum Marie Bruhat í løtuni er í ferð við at umvæla til endamálið.

Sjálv sigur franska kvinnan, at tað vóru fleiri framúrskarandi fyritøkur, sum kappaðust um virðislønina.

- Tí er tað ein stórur heiður at fáa hesa virðisløn, og eg eri ómetaliga takksom, sigur Marie Bruhat við Shetland News.

Um Fair Isle kann sigast, at hetta er syðsta oyggin í Hetlandi, og oyggin liggur millum meginlandið í Hetlandi og Orknoyggjar. Oyggin er umleið 7,7 ferkilometrar stór, og her búgva eini 50-60 fólk.

Komast kann út á oynna við lítlum flogfari úr Hetlandi - ella við skipi - men ferðasambandið er rættiliga tengt at veðrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At ganga plankan út

35 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Zamar gevur út jólasangin „Jólakvøld“

1 tími síðan
Tíðindi

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Lat tað Vera jól

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kunnu vit panta sodavatn og vín á sama stað

1 tími síðan
Hondbóltur

Magnus var næstbesti málskjúttin hjá Mors-Thy

1 tími síðan
Tíðindi

Hvar gekk tín leið?

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar livdu upp til favorittleiklutin

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan