info
Ongi úrslit

John og Mikkjal skulu venja B36

info
Uni Holm Johannesen
14. januar 2011 kl. 23:10
John Petersen, 38 ár, og Mikkjal Thomassen, 35 ár, skulu hava ábyrgdina av besta mansliðnum hjá B36 næstu tvey árini. Umframt at vera høvuðsvenjarar, skulu teir virka sum sambindingarliður í menningini av ungdómsspælarunum hjá B36. - Tað er ein sannroynd, at vit ikki hava verið nóg dugnalig at ment okkara egnu spælarar til tað, sum krevst í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Mikkjal og John eru báðir stórir profilar í felagnum. Teir kenna væl felagið og tað arbeiði, sum longu verður gjørt, og saman við eini umskipaðari ungdómsnevnd verða teir nú eisini við til at betra talentmenninga í felagnum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36, við heimasíðuna hjá felagnum. Talan er um eitt venjarapar, sum í stóran mun hevur sín samleika í felagnum. John Petersen, ættaður av Skála, spældi við B36 frá 1997 til 2004, og Mikkjal Thomassen var partur av liðnum frá 1998 til 2007. John Petersen hevur staðið A-útbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum og AB, umframt at hann var venjari hjá Skála í hálvtannað ár. Mikkjal Thomassen var høvuðsvenjari hjá B36 í 2009. Hann hevur tikið T-1 venjaraskeiðið hjá DBU í heyst, og hann fer ætlandi undir A-partin av venjaraútbúgvingini í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

23 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

1 tími síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

4 tímar síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

7 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

7 tímar síðan
Tíðindi

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

7 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 46 deyð í tok­van­lukku í Spania

8 tímar síðan