Tað gongur væl hjá føroyinginum, Ragnari Joensen, í Kina.
Alifelagið NOAP (Nordic Aqua Partners), sum hann stendur á odda fyri, tók í triðja fjórðingsári í ár 1.838 tons av laksi í kruvdari - ella sløgdari - vekt.
Miðalvektin á laksinum í hesum fjórðingsári var 5,3 kilo (livandi vekt).
Kyst.no veit at siga, at samlaða tøkan av laksi fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur verið 3.971 tons í kruvdari vekt - við einari miðalvekt á kruvdum laksi á 4,4 kilo.
Sagt verður, at lívfrøðiligu úrslitini hjá felagnum eru góð, eins og fiskaheilsan eisini er góð.
Væntandi er, at samlaða tøkan av laksi hjá NOAP í 2026 verður millum 5.700 og 6.000 tons í sløgdari vekt.
NOAP alir laks í stórari landstøð, sum er bygd í Kina, og sambært Kyst.no eru fyrsta og annað byggistig í verkætlanini liðug og í framleiðslu.
Fyri fýra árum síðan skrivaðu vit her á In.fo soleiðis um virksemið hjá Ragnari Joensen:
Forðaður í Føroyum, fagnaður í Kina
Her varð sagt, at upprunaliga ætlanin hjá Ragnari Joensen var at ala laks á nýggjari landstøð í Føroyum, men føroyska alilóggávan forðaði fyri hesum.
.