Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens, ið spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini høvdu eina stóra favorittstøðu undan áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini móti Brabrand úr triðbestu deildini.
Men tá dysturin á leikvøllinum í Brabrand var liðugur aftaná longda leiktíð var tað liðið úr triðbestu deildini, ið hevði vunnið dystin 1-0, og harvið eitt pláss í fjórðingsfinaluni.
Fýra minuttir vóru leiktir av longdu leiktíðini, tá Mikkel Frandsen tryggjaði heimaliðnum ein minniligan sigur.
Adrian spældi allar 120 minuttirnar, og fyri hann og liðfelagarnir er talan um eitt stórt vónbrot. Teir søblaðu burtur ein gyltan møguleika at vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
Sunnudagin klokkan 13 spælir AC Horsens aftur dyst á útivølli. Tá verður talan um dyst í Superliguni móti Viborg FF.