Í Sunda kommunu í dag verður kunnað um, nær haldini verða á allahalgannadegi, og her verður sagt soleiðis:
Minningarhald við Gjógv
Minningargudstænasta verður í Gjáar kirkju klokkan 12. Jonhard Jógvansson talar. Síðan verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.
Minningarhald í Hósvík
Minningarhaldið í Hósvíkar kirkju verður klokkan 14. Tummas Lykke Kannuberg, sóknarprestur, talar. Síðan verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.
Minningarhald í Haldórsvík
Minningarhaldið í Haldórsvíkar kirkju verður klokkan 15.30. Tummas Lykke Kannuberg, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.