info
Ongi úrslit
© Javier Soriano/AFP/Ritzau Scanpix
Bjargingarfólk arbeiða við vraklutirnar nærindis Urda.

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

Tvey háferðartok stoyttu saman nærindis Urda mikumorgunin. Bjargingararbeiðið heldur fram, og talið av deyðum kann hækka.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 16:33

Minst 68 fólk eru deyð, og 58 hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi eftir at tvey háferðartok stoyttu saman nærindis Urda í Toledo-landslutinum í Spania mikumorgunin. Tað upplýsir landslutastjórnin í Castilla-La Mancha.

Vanlukkan hendi umleið klokkan 8.54 sponsku tíð. Eitt tok hjá almenna tokfelagnum Renfe rendi aftan á eitt tok hjá privata felagnum Iryo, sum stóð stilt á skinnarunum. Tvey av vognunum hjá Iryo fóru av sporinum og oman eftir einum skráa.Sambært upplýsingum frá myndugleikunum vóru 397 ferðafólk í Renfe-tokinum og 147 í Iryo-tokinum. Bjargingarfólk leita framvegis í vraklutunum, og talið av deyðum er fyribils.

Spanski samferðslumálaráðharrin, Óscar Puente, sigur, at ein trygdarskipan á tokleiðini steðgaði at virka fyrr um morgunin. Tokini steðgaðu, men Renfe-tokið fekk síðani boð um at koyra víðari, hóast Iryo-tokið framvegis stóð stilt. Hví hesi boðini vórðu givin, verður kannað. Ráðharrin hevur sagt, at tokførararnir ikki hava skyldina.

Tokferðslan á háferðarleiðini millum Madrid og Andalusia er steðgað. Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, hevur vitjað vanlukkustaðið og lovað, at orsøkin til vanlukkuna verður kannað til fulnar.

Hetta er onnur álvarsama vanlukkan á sponsku háferðarskinnarunum í ár. Í januar doyðu 46 fólk í eini tokvanlukku nærindis Adamuz í sunnara parti av Spania.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

1 tími síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

4 tímar síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

6 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

6 tímar síðan
Tíðindi

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

7 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 46 deyð í tok­van­lukku í Spania

7 tímar síðan
Tíðindi

Havnin ætlar at skifta graslíkið á Ovara Vølli aftur

7 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

8 tímar síðan