Almannaøkið skal spara í komandi fíggjarlógaruppskoti hjá samgonguni.
Umframt ítøkiligar sparingar, eru sparingar á 9,4 mió kr á Almannaøkinum, ið ikki greinaðar.
Hvønn raka sparingarnar?
Vit vita ikki hvussu hesar tillagingar fara at ávirka tænastur, brúkarar, bíðilistar og annað. Vit vita eiheldur um tað eru størv, ið verða spard ella niðurraðfest.
Á fleiri av økjum er greitt frá, hvussu ymisku tillagingarnar eru skipaðar fyri at røkka sparingunum, sum samgongan hevur sett sær fyri. Sparingingarnar á heilsuøkinum eru til dømis nágreinaðar.
Á almannaøkinum hevur onki slíkt yvirlit verið alment frammi, sum vísir, á hvørjum tænastum og hvussu hesar tillagingar eru skipaðar, hóast tað hevur verið nevnt, at meira enn 10 milliónir krónur skulu sparast á almannaøkinum til komandi ár.
Tí hevur Eirikur Í Jákupsstovu sett landsstýriskvinnuni, Margit Stórá ein § 52 spurning, ið skal svara hesum spurningum.
Hann spyr :
1. Hvussu stór er sparingin á samlaða almannaøkinum, og hvussu er sparingin býtt á ymisku eindirnar?
2. Hvussu nógv størv verða spard burtur, niðurløgd, ikki sett aftur ella niðurraðfest (ársverk)?
3. Hvussu fer tillagingin at ávirka tænastur, brúkarar, bíðilistar og annað.
Tað er umráðandi at fáa greiðu á hvussu sparingarnar raka, sigur Eirikur Í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi.