info
Ongi úrslit

Tað verður illveður um vikuskiftið

Triðja atmosferiska bumban í heyst fer at koma nógv nærri enn tær báðar fyrru.

Eirikur Lindenskov
22. oktober 2026 kl. 09:16

Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya skrivar:

Um eitt samdøgur – t.e. um uppfaringartíð í morgin – fer eitt lágrýst at taka seg upp yvir Flemish Cape. Tað fer at ganga haðani í landnyrðing ímóti leiðini millum Skotland og Føroyar og fer eysturum leygarkvøldið.

Fyrstu tímarnar dýpist tað ikki skjótt, men frá kl. 13 í morgin til kl. 13 leygardagin er dýpist tað úr 999 hPa niður í 945 hPa.

54 hPa í 24 tímar. Tað er ótrúliga nógv. Dýpist tað 24 hPa í 24 tímar, kallast tað ein atmosferisk bumba. Hetta er meiri enn tvær ferðir so skjótt!

Tað fer at seta sín dám á veðrið í Føroyum við veksandi vindi av landsynningi leygardagin. Mesti vindur seint seinnapartin – upp í 20 m/s. Allan leygardagin og sunnudagin fer at regna – í støðum skulu vit rokna við glopraregni, sum kann hava áarføri við sær. Líka sum mikudagin í síðstu viku.

Leygarkvøldið gongur hann upp í landnyrðing, meðan vindurin minkar. Sunnunáttina kemur hann høgt, og so fer hann vesturum til útnyrðing restina av degnum.

Lágtrýstið fer eysturum 200 fjórðingar sunnan fyri okkum. Tað skal bert ein lítil broyting til, hvussu skjótt lágtrýstið gongur, ella hvønn veg tað fer, at veðrið leygardagin ella sunnudagin broytist munandi frá tí, sum er nevnt omanfyri. Nakað longur suðuri fer miðalvindferðin upp í næstan 30 m/s, og tað fer at raka Skotland og Norðurírland leygarkvøldið og ein stóran part av sunnudegnum.

Vit sleppa undan tí ringasta, siga forsagnirnar í morgun. Kemur lágtrýstið bert 100 fjórðingar nærri okkum, tá ið tað fer eysturum, er søgan ein heilt onnur. Vit fylgja við . . . .       

Hetta er triðja atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshav í heyst. Tær báðar fyrru komu ikki so nær, at tær gjørdu tað nógva um seg í Føroyum. Illveðrið mikudagin í síðstu viku var ikki ein atmosferisk bumba, hóast hon gjørdu nógv um seg.

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

30 minuttir síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

47 minuttir síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

1 tími síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

2 tímar síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

4 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

9 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

10 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

12 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

12 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

12 tímar síðan