Í minsta lagi 46 fólk hava latið lív í einari álvarsligari tokvanlukku í Spania í morgun.
Tað skrivar DR við tilvísing til spanska miðilin ABC, sum hevur upplýsingarnar frá spanska tilbúgvingarstovninum Protección Civil.
Tvey háferðartok stoyttu saman nærindis býnum Urda í Toledo-landslutinum í miðjum Spania. Eftir vanlukkuna er tokferðslan millum Madrid og Andalusia steðgað, upplýsir jarnbreytarfelagið Adif á X.
Eygnavitni siga við spanska blaðið El País, at fleiri fólk eru løstað, og at bjargingarfólk og læknahjálp eru komin á staðið. Sambært blaðnum eru tveir tokvognar farnir av sporinum.
Madrid-økið hevur sent átta sløkkiliðseindir og átta eindir við bráðfeingis læknahjálp til vanlukkustaðið, skrivar DR við tilvísing til ABC.
Annað tokið var frá felagnum Renfe og var á veg úr Madrid til Sevilla. Hitt var frá felagnum Iryo og koyrdi øvugtan veg, skrivar El País.
Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, skrivar á X, at hann er skelkaður av álvarsligu vanlukkuni. Hann sendir teimum raktu og familjum teirra sína samkenslu og stuðul.
Enn er ógreitt, hví tokini stoyttu saman, og hvussu skjótt tey koyrdu.
Keldur: Ritzau og DR