Segði við abbasonin eftir konsertina, at onkuntíð følir einseg væl og virðiliga mettaðan, tí vit hava áður upplivaðslíka konsertir, sum geva einum nakað gott við heimaftur.
Nú nýggj útgáva er á veg, var tað eisini sera forkunnugt at hoyra onkri av stakløgunum, so vit kunnu vænta okkumeina góða og kanska øðrvísi útgávu.
Spæligleðin
Eg fekk fleiri ferður undir konsertini eina kenslu av gleðiniat vilja framføra, tí ein kundi merkja, at her var nakaðbólkurin vildi geva, sum komandi útgávan eisini ber boðum.
Lea Eyðbjørg
Áðrenn manningin í Marius trein á pallin, kom spennandinavnið Lea Eyðbjørg, sum eg ikki kendi, at hita upp.
Lea hevur ættabond til Føroya, so eg var rættiliga spentur at hoyra, hvat hon hevði at bjóða okkum.
Og eg kann heilsa og siga, at eg varð væl og virðiligaundirhildin, tí Lea hevur hesi evnini at fanga lurtararnar og so hevur eina frálíka og gevandi rødd.
Hon kemur út við einari útgávu í oktober, so tað verðurspennandi at hoyra og fylgja henni frameftir.
Marius gjørdi tað
Tað var sum ein vón og bílegging, at teir løgdu út við ”Aftur til jørðina”, sum er millum eitt av teirra heilt stóru, tíher byrja teir við einum lægri tempo, sum fer upp hesa vælskipaðu ferðina, sum fer út í kendu solo´ina hjá Heðini, sum eg má siga er so gott og viðkomandi – FLOTT!
Eg var, sum sagt, sera spentur um okkurt av tí nýggja, so táteir løgdu út við einum lag, sum teir ongantíð høvdu spæltfyrr, var spenningurin settur eitt stig upp.
Nú er so nýggja útgávan ikki komin enn, men eg erirættiliga vísur í, at vit koma at hoyra okkurt í einum eittsindur øðrvísi stíli, tí eg kundi merkja ein meirapoppkendan ljóm, sum í øllum førum hóskar væl inn í ljóðmyndina hjá Marius.
Ljósshow
Tað var eisini stuttligt at síggja nýggju palluppsetingina, viðeinum sokallaðum ljósshowi, sum kortini hóskaði sera væltil tónleikaligu uppsetingina.
Enn ein frálík konsert við sera væl leikandi bólkinum, so tað er ikki bara tú Marius Ziska, sum fegnast um at vitmøttu upp – VIT FINGU VALUTA FYRI HVØRT OYRA!
Fríðálvur A. Jensen