Maðurin, sum er undir illgruna hjá norsku løgregluni fyri at hava beint fyri Anne-Elisaberh Hagen, er áður dømdur fyri brotsverk, og hann situr í løtuni varðhaldsfongslaður fyri onnur lógarbrot, sum hann er skuldsettur fyri at hava framt.
Skjótt eru átta ár liðin, síðan Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018. Henda morgunin klokkan 09.14 tosaði hon eina lítla løtu við sonin, og hetta er seinasta lívstekin, sum almenningurin veit um.
Í dag hevur ein persónur í 50-árunum status sum skuldsettur í málinum, og hann er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av ríkmanskonuni. Maðurin noktar seg sekan og sigur seg einki hava við málið um Anne-Elisabeth Hagen at gera.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at løgreglan í loyndum hevur havt eyguni við manninum, og løgreglan hevur eitt nú útvegað sær teledátur og upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá honum. Løgreglan vil ikki siga, hvat tey annars hava funnið í kanningararbeiðnum.
- Nei, tað kunnu vit ikki siga. Tað, eg kann siga, er, at vit fingu illgruna um mannin, eftir at telefonin hjá honum sló út við Sloraveien í tíðini, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, sigur norski løgregluadvokaturin, Lisbeth Ravlo Backe, við NRK.
Tað er hon, sum nú leiðir kanningararbeiðið í sambandi við málið um Anne-Elisabeth Hagen. Men, hví er tað so áhugavert, at telefonin hjá skuldsetta var í økinum, tá brotsverkið varð framt?
- Tað er áhugavert, hvør ferðast í økinum nærindis Sloraveien 4, tá eitt so álvarsligt brotsverk fer fram, sigur kanningarleiðarin.
Maðurin, sum nú er skuldsettur, hevur áður sagt við norska Dagbladet, at hann koyrdi um hesar leiðir á veg til eina venjingarmiðstøð henda ávísa morgunin. Verjin hjá honum, Victoria Holmen, sigur, at sambært skuldsetta hevur hann einki við brotsverkið at gera.
- Maðurin hevur einki ímóti at vera avhoyrdur í málinum, men enn hevur løgreglan ikki tikið stig til at avhoyra hann, sigur verjin.
Kanningararbeiðið, sum norska løgreglan hevur gjørt í loyndum, byrjaði longu í 2024, men maðurin fekk einki at vita um hetta fyrr enn í mai í ár. Løgreglan heldur, at tað kundi havt skaðað kanningararbeiðið, um maðurin visti um tað.
Løgregluadvokaturin og kanningarleiðarin, Lisbeth Ravlo Backe, vil ikki greiða nærri frá, hvussu tey hava kannað hin skuldsetta. Tey siga, at tey í fyrsta lagi vilja avhoyra mannin í málinum.
Hin skuldsetti situr í løtuni varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri umfatandi narkotikabrotsverk, sum einki hevur við málið um Anne-Elisabeth Hagen at gera. Eisini í hesum málinum sigur maðurin seg vera ósekan.
Fleiri fólk hava verið skuldsett í Hagen-málinum, eitt nú maður Anne-Elisabeth, milliarderurin, Tom Hagen. Men, nú eru allar skuldsetingar avblástar, tí norska løgreglan megnar ikki at prógva, at nakað revsivert er farið fram.
Hóast bara ein persónur er skuldsettur í málinum í løtuni, heldur norska løgreglan, at fleiri kunnu hava verið saman um brotsverkið. Kanningarleiðarin, Lisbeth Ravlo Backe, sigur, at tey eisini hava gjørt sær sínar tankar um talið av fólki, sum kunnu hava samstarvað.
- Vit vænta ikki, at tað bara er ein persónur, sum stendur aftanfyri brotsverkið - so professionelt, sum tað, ið hendi við Sloraveien 4 hin 31. oktober í 2018, tykist vera, sigur løgregluadvokaturin og kanningarleiðarin.
Lisbeth Ravlo Backe vil tó ikki siga, um nakar annar í løtuni er undir illgruna í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne- Elisabeth Hagen.