Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Harímillum var ein føroyingauppgerð.
Í Spar Nord Arena í Køge vunnu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ greiðan 29-20 sigur á Julian J. Kragesteen og hansara liðfeløgum í Køge. HØJ var á odda 13-10 í steðginum. Ísak var noteraður fyri eitt mál.
HØJ hevur seks stig fyri fýra dystir. Køge hevur fýra stig fyri fýra dystir.
Í Rækker Mølle høllini vunnu Rói Ellefsen á Skipagøtu (myndin) og liðfelagarnir í Aarhus 31-28 á Rækker Mølle. Tað lá serliga væl fyri hjá Aarhus í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Aarhus á odda 20-12.
Rói skoraði fýra mál.
Aarhus hevur fýra stig fyri fýra dystir.
Í morgin klokkan 15 spæla Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm dyst á útivølli móti Norddjurs.