Vøksturin svarar til 2,9 prosent, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.
Tó vísir Hagstovan á, at hóast talið framvegis veksur, er ferðin á vøkstrinum minkað seinastu árini.
Av teimum 30.211 starvsfólkunum vóru slakir 15.400 menn og umleið 14.900 kvinnur. Í mun til august í fjør eru 520 fleiri menn í arbeiði, ein vøkstur upp á 3,5 prosent, meðan kvinnurnar eru vorðnar 340 fleiri, svarandi til 2,3 prosent.
Stórur vøkstur í almenna partinum
57 prosent av starvsfólkunum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, meðan 43 prosent arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, sum eisini fevnir um almenn partafeløg.
Býtið millum kynini er tó sera ymiskt. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá tí almenna, meðan tað bert er umleið fjórði hvør maður.
Sambært Hagstovuni eru tað serliga kvinnur í almenna partinum, sum eru vorðnar fleiri seinastu árini. Talið á kvinnum hjá privatum arbeiðsgevarum hevur hinvegin nærum staðið í stað.
221 fleiri í almennari umsiting
Størsti vøksturin í einstøkum vinnugreinum er í bólkinum Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar. Har vóru 221 fleiri starvsfólk í august enn sama mánað í fjør.
Eisini flutnings- og goymsluvinnan og framleiðsluvinnan hava havt stóran vøkstur. Í báðum vinnugreinum eru komin meira enn 100 starvsfólk afturat.
Hinvegin vóru 70 færri starvsfólk í landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu. Hagstovan sigur, at minkingin serliga stavar frá uppsjóvarveiðu og alivinnu.