– Næsta vika kann gerast ein góð vika fyri Grønland, Danmark og USA, skrivar hann á Facebook.
Hann vísir á, at ein bindandi avtala eftir ætlan skal styrkja trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi og harvið eisini felags trygdina í Nato og Evropa.
Samstundis leggur hann dent á, at avtalan skal virða tær reyðu linjurnar hjá danska ríkinum, serliga tá tað snýr seg um fullveldi.
Grønland, Danmark og USA vænta at undirskriva avtaluna í næstu viku í sambandi við aðalfundin hjá ST í New York.
Nærri upplýsingar um innihaldið í avtaluni eru enn ikki almannakunngjørdir.
Donald Trump, forseti í USA, skrivar tó á Truth Social, at avtalan gevur USA »varandi tamarhald á trygd og øllum øðrum neyðsynjarvørum í Grønlandi«.
USA hevur leingi kravt størri trygdarpolitiskar garantíir í Grønlandi, og Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at hava ræði á Grønlandi av trygdarpolitiskum orsøkum.
Í januar vóru Lars Løkke Rasmussen og táverandi grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, í Washington, har tey hittu amerikanska varaforsetan J.D. Vance og uttanríkisráðharran Marco Rubio.
Eftir fundin varð ein arbeiðsbólkur settur at kanna, hvussu amerikonsku trygdarpolitisku áhugamálini í Grønlandi kundu gangast á møti uttan at fara út um tær reyðu linjurnar hjá ríkinum.
Nú bendir nógv á, at arbeiðsbólkurin er komin fram til eina loysn, sum partarnir kunnu semjast um.