info
Ongi úrslit

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

P/F Varðin er ikki beinleiðis ogn hjá einstaklingum, men hjá 11 holdingfeløgum. Fleiri av fólkunum aftan fyri holdingfeløgini hava samstundis sess í nýggju nevndini.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 12:21

Hesi sita við borðendan:

Nýggja nevndin í P/F Varðanum telur fimm fólk:

Per Dávidsson Jacobsen, nevndarformaður

Arni Rasmussen, nevndarlimur

Frits Thomsen, nevndarlimur – aftan fyri Lítlalið, sum eigur 7,60 prosent

Pól Øregaard Jacobsen, nevndarlimur – aftan fyri PØJ, sum eigur 6,33 prosent

Poul Arni Jacobsen, nevndarlimur – ein av eigarunum aftan fyri JALE, sum eigur 15,20 prosent

Sama nevndarsamanseting sæst eisini í Varðin Invest eftir nevndarbroytingina 3. juli 2026.

Stjórin fór – eigarin er eftir

Bogi Jacobsen er farin úr stjórastarvinum í P/F Varðanum, men hann er ikki farin úr eigaraskaranum.

Eigaraupplýsingarnar vísa, at fráfarni stjórin framvegis hevur ognaráhugamál í P/F Varðanum gjøgnum tvey av holdingfeløgunum, sum eiga reiðaríið.

Bogi Jacobsen eigur HJÁ Sp/F, sum eigur 5,07 prosent av P/F Varðanum. Harumframt er hann ein av fýra eigarum í JALE Sp/F saman við Poul Arna Jacobsen, Biritu Jarnskor og Maud Hansen. JALE eigur 15,20 prosent av Varðanum.

Eigur Bogi Jacobsen ein fjórðing av JALE, svarar hansara partur har til 3,80 prosent av P/F Varðanum. Saman við teimum 5,07 prosentunum gjøgnum HJÁ gevur tað honum ein óbeinleiðis ognarlut upp á umleið 8,87 prosent í P/F Varðanum.

Bogi Jacobsen er sostatt framvegis ein av eigarunum í samtakinum, hóast hann ikki longur situr við dagligu leiðsluni.

Varðin boðaði í gjár frá, at Bogi Jacobsen og nevndin vóru komin ásamt um, at hann fer frá sum stjóri eftir seks ár í starvinum. Felagið hevur ikki upplýst nakra orsøk til stjóraskiftið.

Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari hjá Varðanum, røkir fyribils stjórastarvið, meðan nevndin fer undir at finna nýggjan stjóra.

Stjóraskiftið broytir sostatt leiðsluna í einum av størstu fiskivinnusamtøkunum í landinum, men ikki tað grundleggjandi sambandið hjá Boga Jacobsen við felagið: Hann er farin úr stjórastólinum, men er framvegis við á eigarasíðuni.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

16 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

13 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

8 minuttir síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

27 minuttir síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

45 minuttir síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

1 tími síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

1 tími síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

1 tími síðan
Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

1 tími síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

2 tímar síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

2 tímar síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

2 tímar síðan