info
Ongi úrslit

Nú skulu fólk rinda sjálvi

Løgmaður væntar nógv ferðafólk aftur til Føroya

Áki Bertholdsen
30. september 2020 kl. 08:09
Nú skulu øll, sum koma til Føroya, sjálvi gjalda fyri at verða kannað fyri koronu. Tað samtykti Løgtingið í gjár, og tað verður sett í gildi í morgin. 1. oktober. Kanningin kostar 312 krónur, og tað er flutningsfelagið, sum fólk koma til landið við, sum krevur pengarnar inn. Annars hava kanningarnar verið ókeypis og tað hevur verið eitt afturvendandi stríðsmál, tí í løgtinginum hevur verið mest sum semja um, at hava fólk ráð at ferðast, hava tey eisini ráð til at at gjalda fyri eina koronu-kanning. Og tá ið Løgtingið samtykti í gjár at fólk skulu rinda sjálvi,varð eisini funnist at, at tað hevði tikið so drúgva tíð. Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at í politikki tekur tað ofta drúgva tíð, men hann ásannar, at tað hevur tikið og langa tíð. Í fyrsta lagi tók tað sína tíð at finna tann rætta mátan at gera tað upp á. Fyri einum mánað síðani var fundur við flutningsfeløgini, men kortini tók tað ein mánað at fyrireika málið fyri at fáa trygd fyri, at tað er rætt orðað, áðrenn tað kundi leggjast fyri Løgtingið. Tað er harmiligt at tað tekur so langa tíð, men tað er prísurin fyri eitt vælvirkandi fólkaræðið, og tað er tað, sum hevur størstan týdningin, segði løgmaður. Annars fegnast hann um, at vit eru heimsmeistarar í at kanna fólk fyri koronu. Hann upplýsti, at í gjár vóru 132.000 koronu-kanningar gjørdar í Føroyum. Av teimum eru 50.000 kanningar gjørdar í heilsuverkinum og privata kanningarstøðin, Thetis, hevur gjørt 82.000 kanningar. Hvør kanning hjá Thetis kostar 312 krónur, so tilsamans hava tey kannað fólk fyri slakar 25,6 milliónir. Higartil hevur Landskassin rindað 23 milliónir fyri at kanna fólk fyri koronu, men løgmaður heldur, at hetta hevur verið ein góð íløga, tí høvdu vit havt stongt markið, hevði missurin verið upp aftur størri, tí vit hava hundraðtals milliónir í inntøku frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, umframt at ferðavinnan hevði heilt farið fyri skeyti. Nú er ferðafólkatíðin av, so tað er avmarkað, hvussu nógv fólk koma til Føroya. Samstundis er lógin um, at fólk skulu sjálvi rinda fyri kanningina, bara galdandi til 1. januar í hesum umfarið. Tí hava flutningsfeløgini ført fram, at nú er tað meiri møði enn føði at broyta skipanina. Men løgmaður væntar, at tá ið smittutrýstið fer at lækkar aftur úti í heimi, fara nógv ferðafólk aftur at koma til Føroya, tí vit eru eitt heilt serligt ferðamál, tí vit eru fjarskotin, her er nógv náttúra og tað er langt ímillum fólk. Men um tað verður í ár, ella eftir at henda lógin er farin úr gildi, tað vita vit ikki, legði hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

5 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

6 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

7 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

7 tímar síðan