info
Ongi úrslit
Pituffik Space Base í Norðurgrønlandi hevur stóran strategiskan týdning fyri USA og NATO. Grønland, Danmark og USA vænta í næstu viku at skriva undir nýggja avtalu um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavinum. Savnsmynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

NATO fegnast um, at Grønland, Danmark og USA væntandi skriva undir nýggja trygdaravtalu í næstu viku. Arktis og Norðuratlantshavið hava avgerandi týdning fyri felags trygdina hjá NATO, sigur verjusamgongan.

Eirikur Lindenskov
19. september 2026 kl. 13:23

NATO tekur væl ímóti nýggju avtaluætlanini millum Grønland, Danmark og USA.

Ein talsmaður hjá NATO sigur leygardagin við Reuters, at avtalan fer at stuðla undir trygd, støðufesti og samstarv í økinum.

– Arktis og Norðuratlantshavið hava avgerandi týdning fyri felags trygdina hjá NATO, sigur talsmaðurin sambært Reuters.

NATO fer framhaldandi at gera sín part fyri at styrkja trygdina í Arktis.

Grønland, Danmark og USA vænta at skriva undir avtaluna í sambandi við ST-aðalfundin í næstu viku. Danska forsætismálaráðið váttaði fríggjadagin, at talan er um eina avtalu, sum skal styrkja trygdina í Arktis og Norðuratlantshavinum. Tá avtalan er undirskrivað, skal hon ígjøgnum neyðugu parlamentariska viðgerðina, áðrenn hon kann koma í gildi.

Trump: USA fær varandi eftirlit

Donald Trump forseti boðaði fríggjakvøldið frá, at semja var fingin í lag. Sambært Trump fer avtalan at geva USA „permanent control over security“ – varandi eftirlit við trygdini – í Grønlandi.

Trump hevur leingi ynskt nógv størri amerikanskan leiklut í Grønlandi og hevur áður eisini tosað um amerikanskan ognarskap av Grønlandi.

Í almennu fráboðanini frá grønlendsku og donsku stjórnum verða ítøkiligu ásetingarnar í avtaluni ikki greinaðar.

Mette Frederiksen forsætisráðfrúa sigur tó, at avtalan samstundis viðurkennir fullveldið og landafrøðiliga integritetin hjá danska ríkinum og rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerðarrætt. Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur, at avtalan viðurkennir grønlendsk áhugamál og støðuna hjá Grønlandi í altjóða samstarvinum.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur sambært Ritzau skrivað, at næsta vika kann gerast ein góð vika fyri Grønland, Danmark og USA, har eitt langt tíðarskeið við óvissu vónandi verður avloyst av einari bindandi avtalu.

Arktis hevur størri týdning fyri NATO

Trygdarpolitiski týdningurin av Arktis er vaksin nógv seinastu árini. Sjey av teimum átta arktisku londunum eru nú limir í NATO, og verjusamgongan hevur styrkt virksemi sítt í økinum. Í februar í ár fór NATO undir hernaðarliga átakið Arctic Sentry, sum skal styrkja verju og fyribyrging í Arktis.

Í dag er Pituffik Space Base í Norðurgrønlandi tann herstøðin, har amerikanski herurin hevur fasta støðu í Grønlandi.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

32 minuttir síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

36 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

53 minuttir síðan
Tíðindi

Fáfongd og feigd

1 tími síðan
Tíðindi

Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!

1 tími síðan
Tíðindi

Løkke: Næsta vika kann ger­ast góð fyri Grøn­land, Dan­mark og USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Skrædl

4 tímar síðan
Tíðindi

860 fleiri starvs­fólk enn fyri ein­um ári síðani

4 tímar síðan
Tíðindi

Markirnar síggjast sum eitt stórt blað úr rúmdini

4 tímar síðan
Fótbóltur

HB og Víkingur hava stórar favorittstøður

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: HB skal hava stýr á verjupartinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir fiskibáti við útlendskum ferðafólkum í Noregi

10 tímar síðan