Frá mánadegnum 21. september klokkan 8 verður partur av Sjógøtu og Hotelbrekkuni stongdur. Arbeiðið fevnir bæði um umvæling av Hotelbrekkuni og ferðslutrygd á krossvegnum Doktaragøta/Sjógøta.
Kommunan væntar, at arbeiðið tekur seks til átta vikur. Atgongdin til vinnuvirksemi í økinum skal tó ikki verða ávirkað.