Nú er lættari at tryggja sær Myndakalendaran. Á in.fo/myndakalendarin kanst tú bæði keypa kalendaran fyri 2027 og tekna hald, so tú fært hann á hvørjum ári.
Sosialurin gevur Myndakalendaran út, og hetta er 48. ferðin, at kalendarin kemur út. Við nýggja møguleikanum at tekna hald verður enn lættari at halda siðvenjuna við líka og fáa nýggja kalendaran upp á veggin á hvørjum ári.
Myndakalendarin er eisini eitt gott jólagávuhugskot til familju og vinir – bæði her heima og uttanlands. Ein gáva, sum kann gleða leingi eftir, at jólapappírið er ruddað burtur, og fylgja móttakaranum allar ársins mánaðir.
Kanska er tað júst Myndakalendarin 2027, sum skal leggjast undir jólatræið í ár ella sendast av landinum saman við einari persónligari jólaheilsan.