Seinastu tvey umførini av kappingini riðu Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar stormin av í niðurflytingarstríðnum í bestu kasakisku fótbóltsdeildini við at vinna teir báðar seinastu dystirnar, og harvið koma upp á turt.
Seinasti dysturin hjá FC Kyzylzhar var á útivølli móti Caspiyi Aktau. Heimaliðið legði seg á odda longu í sætta minutti. Men FC Kylyzhar fótaði sær skjótt, og í 17. minutti javnaði Stéphane Bahoken til 1-1. Farið var um tann hálva tíman, tá Slobodan Urošević aftaná gott upplegg frá Jóannesi skoraði sigursmálið hjá FC Kyzylzhar.
FC Kyzylzhar endaði á einum 10. plássi í deildini við 33 stigum.
Jóannes fekk spælitíð í 27 av teimum 30 dystunum hjá FC Kyzylhar. Hann skoraði fýra mál og hann legði upp til seks mál.