Longu undan síðsta umfari var tað greitt, at NSÍ er FM vinnari, og at B68 næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini.
Í dag var tað í góðum fótbóltslíkindum grannauppgerð á Svangaskarði, og hana vann NSÍ 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
NSÍ málið í fyrra hálvleiki skoraði Aron Knudsen í 23. minutti, eftir at heimaliðið misti í uppspælinum, og Aron sneiddi seg leysan í vinstru.
17 ára gamli Markus Klein Danielsen er yngsti maður í NSÍ hópinum. Fyrr í ár var hann ofta á vøllinum. Soleiðis hevur tað ikki verið so nógv eftir summarsteðgin. Í dag varð hann skiftur inn í 71. minutti, og ungi maðurin takkaði fyri við at leggja upp til bæði 2-0 og 3-0 málið. Annað málið var tað elsti maður á liðnum 36 ára gamli Klæmint A. Olsen, sum við høvdinum sendi í málið. Hetta var 269. málið í bestu landskappingini hjá metmanninum, sum í dag var fyri 444. ferðina var í bestu landskappingini.
Og í síðsta minutti var tað aftur Markus Klein Danielsen, sum úr høgru átti uppleggið, tá ið Michal Przybylski úr stuttari fjarstøðu staðfesti 3-0 sigurin og at NSÍ er føroyameistari við 58 stigum og við málmuninum 54-28.
Nú fegnast spælararnir saman við nógvu og eldhugaðu áskoðarunum, meðan tað verður fyrireikað at handa gullkrónur og FM steypið.