info
Ongi úrslit

Tveir eyka buss­túr­ar í Sunda komm­unu frá mána­degnum

Sunda kommuna víðkar nú ókeypis bussleiðina í kommununi. Frá mánadegnum 2. november verða tveir túrar lagdir afturat leið 2, og ferðaætlanirnar hjá báðum bussleiðunum verða betur samskipaðar.

Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 15:54

Fólk í Sunda kommunu fáa frá mánadegnum fleiri møguleikar at ferðast millum bygdirnar við ókeypis bussi.

Kommunan hevur dagført ferðaætlanirnar hjá Sunda leiðini.

Broytingin merkir, at leið 2 fær tveir eyka túrar, og at leið 1 og 2 framyvir skulu samskipast betur.

Endamálið er at geva borgarunum betri møguleikar at ferðast millum bygdirnar seinnapartar og um kvøldarnar.

Sunda leiðin er ein ókeypis bussleið, sum kommunan bjóðar borgarunum.

Leið 1 koyrir gerandisdagar millum klokkan 16.05 og 21.55, meðan leið 2 koyrir millum klokkan 17.35 og 22.25.

Bussarnir steðga í øllum bygdunum á leiðunum.

Nýggja ferðaætlanin fær gildi mánadagin 2. november.

Kelda: Sunda kommuna.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Hetta er tað størsta hjá Viljormi

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Tann elsti og yngsti áttu stóran leiklut

42 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

51 minuttir síðan
Lýsingagrein

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

1 tími síðan
Tíðindi

535 mió kr tryggja fram­­tíðina hjá rakett­støð í Hetlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Sandingar ókeypis til Sandoy hálvmarathon

2 tímar síðan
Tíðindi

Nærum helvtin av føroyska streyminum kom frá olju

2 tímar síðan
Tíðindi

Avtalaðu fimm læknaútbúgvingarstørv – men fíggja bara tvey

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð legði upp til sigursmálið - FC Kyzylzhar endaði á 10. plássinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Troels Mylenberg er deyður – 56 ára gamal

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard fær nógv lægri um­mæli enn hini

4 tímar síðan