info
Ongi úrslit

Hevur tú vitan sum kann menna føroysku alivinnuna?

Dagfinn Olsen
39 minuttir síðan

Hevur tú áhugaverd granskingarúrslit, nýggja vitan ella royndir, sum tú vilt deila við onnur? So er Vitan til varandi aling | VTVA 2026 rætta høvið! Tí aftur í ár ber til at senda ein stuttan samandrátt (abstrakt) av eini møguligari framløgu, sum kann verða partur á skránni á ráðstevnuni Vitan til varandi aling, sum verður á Hotel Hilton Garden Inn tann 6. november 2026.

Hetta skrivar Firum í tíðindaskrivi.

Endamálið við ráðstevnuni Vitan til varandi aling er at savna granskarar og fakfólk í vinnuni og frá myndugleikum til ein dag, har nýggjasta vitanin verður løgd fram og møguleikar eru at umrøða granskingarúrslitini og hitta hvønn annan.

Sostatt er ráðstevnan Vitan til varandi aling eitt gott høvi at greiða frá tí vitan, sum tú liggur inni við.

Um tú spyrt teg sjálva/n, hvat ein framløga á ráðstevnuni kann innihalda? Ja, so er bara at seta tær sjálvum spurningin – er hetta evni viðkomandi fyri føroysku alivinnuni á ein ella annan hátt? Tað kann verða alt frá viðurskiftum, sum snúgva seg um vælferðina ella heilsuna hjá alifiski á sjónum ella á landi, hvussu umhvørvið ávirkar alivirksemi ella umvent – hvussu alivirksemi ávirkar umhvørvi og náttúruna, ella hvussu vitlíki verður brúkt í alivinnuni.

Freistin at lata inn abstrakt er týsdagin 29. september 2026.

Meira sæst á Firum.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

3 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

7 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

3 tímar síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

8 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

19 minuttir síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

23 minuttir síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

29 minuttir síðan
Tíðindi

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

38 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 12 mál

53 minuttir síðan
Tíðindi

Ritan fer í dokk – Jósup avloysir

1 tími síðan
Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan