info
Ongi úrslit

Óli skoraði og legði upp til 15 mál móti ungarskum stórliði

Heri Á. Simonsen
16. september 2026 kl. 19:35

Í einari fullsettari høll í Svendborg Arena eydnaðist tað í kvøld Óla Mittún og liðfeløgunum at vinna ein flottan sigur í bólki D í Champions League.

Tað eydnaðist GOG at vinna 36-34 á ungarska stórliðnum, Szeged. Í steðginum var GOG á odda 18-17.

Óli var flúgvandi í kvøld. Hann skoraði 10 mál upp á 11 málroyndir, og hann var saman við Manuel Zehnder toppskjútti hjá GOG í kvøld. Óli legði eisini upp til fimm mál, og hann hevði eitt sonevnt: "Steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá Szeged.

Í sama bólki vann Sporting Lissabon á útivølli greiðan 37-29 (22-16) sigur á svenska liðnum, Kristianstad.

Aftaná tvey umfør er Sporting fremst við fýra stigum. GOG og Szeged hava tvey stig hvør, meðan Kristianstad hevur fyrsta stigið til góðar.

Klokkan 19.45 byrjar dysturin í Max Schmelling høllini í Berlin í bólki A, har Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin taka ímóti einum øðrum ungarskum stórliði, Veszprem.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

18 minuttir síðan
Hondbóltur

Trý føroyingalið vunnu seg víðari í donsku steypakappingini

26 minuttir síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

2 tímar síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

5 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

6 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

8 tímar síðan