Útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, kunnu í dag fáa hjálp á læknavaktini, uttan at tað er greið lógarheimild at krevja gjald frá teimum.
Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til ein §52a-fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.
Í sjúkrahúslógini eru reglur um, hvørji rættindi fólk, sum ikki búgva í Føroyum, hava til viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Har er eisini heimild at taka gjald fyri ávísar viðgerðir.
Men støðan er øðrvísi, tá talan er um læknavaktina.
Í Heilsutrygdarlógini er nevniliga eingin serstøk heimild at krevja gjald frá útlendingum, sum eru fyribils í Føroyum og hava tørv á læknahjálp frá læknavaktini.
Lógin skal broytast
Landsstýriskvinnan ætlar tí at útvega eina nýggja heimild í Heilsutrygdarlógini. Hon skal geva landsstýriskvinnuni heimild at áseta reglur um gjald frá fólki, sum ikki búgva í Føroyum og tí ikki hava rætt til ókeypis veitingar frá Heilsutrygd.
Tá lógarheimildin er fingin til vega, skulu Heilsutrygd, Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu gjaldið skal krevjast inn.
Heilsutrygd rindar í dag
Læknavaktin varð umskipað í 2023. Tá varð farið frá veitingargjøldum til tímaløn hjá kommunulæknunum.
Kommunulæknarnir fáa sostatt tímaløn frá Heilsutrygd, meðan teir arbeiða á læknavaktini. Lønin fevnir eisini um læknahjálp til fólk, sum ikki hava rætt til ókeypis læknahjálp.
Tí er tað í løtuni Heilsutrygd – og harvið tað almenna – sum ber útreiðsluna, um ein útlendingur, sum annars ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp, fær bráðfeingis hjálp á læknavaktini og einki rindar.
Landsstýriskvinnan sigur, at tá heimildin at krevja gjald er fingin til vega, skulu verandi mannagongdir endurskoðast og gerast greiðari bæði fyri starvsfólkini á læknavaktini og fyri útlendingarnar, sum venda sær hagar.