Og støðan bara versnar og smáu kommunurnar eru í dag enn meira fíggjarliga kroystar og eru ikki førar fyri at veita kommunalar tænastur innan kjarnuvælferð. Smáar kommunur, sum ikki hava pening til at keypa nøkur málingablikk til at mála skúlan og virka meira og minni sum gratistar av tænastum frá øðrum størri grannakommunum.
Í allari neyðini, og sum eina pseudoloysn, sum ikki tekur hond um rótina á trupulleikunum og ikki loysir veruligu trupulleikarnar, er kommunal peningalig útjavning nú gandaorðið. Ein onnur ódemokratisk neyðloysn eru kommunal samstørv, sum eg ikki skal koma inn á her.
Í løtuni eru 29 kommunalar eindir - meginparturin smáar kommunur við sera fáum íbúgvum (smá kongadømir). Hesar smáu kommunur eru búskaparliga, umsitingarliga og sosialt ikki burðurdyggar - og verða tað ongantíð.
Hvat snýr kommunal útjavning seg um?
Kommunal útjavning snýr seg grundleggjandi um at skapa eina búskaparliga javnvág millum kommunurnar í landinum, soleiðis at borgarar í Føroyum kunnu virka á nøkulunda sama tænastustøði (skúlar, eldrarøkt, vegir, kloakkir o.a.), uttan at skula gjalda munandi meira í kommunuskatti, samanborið við aðrar kommunur. Talan er um at skipa samfelagið búskaparliga burðardygt.
Skipanin virkar sum ein solidaritetsmekanisma, har peningur verður fluttur frá kommunum við einum sterkum búskapi og inntøkugrundarlagi til kommunur við einum veikum búskapi og inntøkugrundarlagi. Hetta merkir í løtuni, at t.d. Tórshavnar kommuna skal flyta ella stroya pening til smærri og veikar kommunalar eindir runt um í Føroyum, áðrenn eina kommunusamanlegging.
Høvuðslutir í kommunalari útjavning
Útjavning millum kommunurnar verður vanliga roknað út frá hesum:
Skatta- og inntøkugrundarlag: Hvussu nógv tjena borgararnir í ymsu kommununum? Kommunur við nógvum ríkum íbúgvum (t.d. í ávísum økjum í Føroyum) fáa høgar skattainntøkur, meðan kommunur við lágum miðalinntøkum fáa minni
Útreiðslutørvur: Hvat slag av borgarum búgva í ymsu kommununum? Ein kommuna við nógvum eldri, nógvum børnum, arbeiðsleysum ella borgarum, sum eru sosialt illa fyri, hevur brúk fyri fleiri pengum til at reka vælferðartænastur samanborið við eina kommunu við nógvum ungum og røskum vaksum borgarum í arbeiði
Hetta merkir, at uttan eina kommunala útjavning vilja tær fátækastu kommunurnar verða tvungnar til at hækka kommunuskattin maksimalt og/ ella skjera munandi í kjarnuvælferð sum t.d. fólkaskúli og røktarheim. Vandin við hesum er eisini í ringasta føri, at ung og vaksin fólk flyta burtur.
Kommunal útjavning og kommunusamanlegging hongur óloysiliga saman
Tað fer ongantíð at virka, at tær kommunur, sum eru búskaparliga væl fyri, vilja stroya pening til smáar kommunurnar, sum í løtuni verða riknar óproduktivt, ineffektivt og órationelt - tað gevur onga meining.
Tí skal fyrst gerast tað, sum gerast kann fyri, at ein slík útjavningarskipan kann geva meining, nevnliga fyrst at gera eina bygnaðarbroyting við at leggja kommunurnar saman í størri eindir, og síðan kann tað vísa seg, hvat vantar í til fígging av tænastum o.a. Veggirnar mugu pussast og reinsast fyrst, áðrenn nýggj máling kemur á, undirlagið skal vera í ordan - ella dettur alt av aftur, stutt eftir.
Kommununalreformur skuldi verði gjørdur undir kreppuni í 1990´unum
Tað var ein stórur politiskur feilur, at føroysku kommunurnar við lóg ikki vórðu lagdar saman í kreppuárunum í umleið 1994 - tað var, minnist meg rætt, upprunaliga politiska ætlanin hjá Eilif Samuelsen, fyrrv. landsstýrismanni, við ábyrgd av kommununum, og tá eg varð settur sum formaður fyri Kommununevndina, 23. apríl 1996.
Landsstýrið broytti hetta síðan og valdi, at arbeiðssetningurin skuldi byggja á sokallaðar sjálvbodnar samanleggingar - tær fyrireikingarnar tá og tann royndin at leggja saman í t.d. 5 eindir miseydnaðist fullkomuliga politiskt, egentliga spill av bæði tíð og orku.
Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður (1994-98) og fólkatingslimur, helt fyri við meg einaferð á einum floksfundi í Vestmanna …. at í kreppuárunum gjøgnugmførdu vit nakrar týðandi reformar í Føroyum: 1. Settu í verk marknaðarbúskap við m.a. at avtaka allan stuðul til fiskivinnuna (ein hálv milliard til at føra planbúskap), 2. Nýggj stýrisskipan og nýggjur bygnaður í landsumsitingini, har landsstýrisfólk fingu umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av sínum øki og 3. Føroyar gjørdist eitt valdømi.
Og hvat var nú eftir í fjórða lagi av einum strukturreformi? Jú, at leggja føroysku kommunurnar saman, um neyðugt við lóg og skipað. Hetta var ein stórur politiskur feilur, at tað ikki varð gjørt í kreppuárunum.
Eg gav honum rætt.
Landsstýrið og løgtingið hava ábyrgdina
Landsstýrið og løgtingið skulu reka landspolitikk - og ikki kommunalpolitikk.
Landsstýrið er til eina og hvørja tíð umsitingarliga yvir kommununum, tí er tað ábyrgdin hjá landsstýrinum og løgtinginum at fremja henda neyðuga struktur- ella samfelagsreformin í verki og skjótast gjørligt.
Hetta málið er nóg mikið fyrireikað, og framleitt er tilfar upp í leypar um samanlegging, stundin er komin til at leggja fyri løgtingið eitt lógaruppskot, sum leggur kommunurnar saman í einar 5 kommunur (skipað samanlegging við geografiskum samanhangi, nøktandi fólkagrundarlag o.a. - og ikki tilvildarligar samanleggingar). Fortreytirnar eru góðar, í og við, at infrakervið (vegir, tunlar, brúgvar, ferjur) og samskiftistøkni er útbygt fyri milliardir av krónum og heldur fram við at verða útbygt - og Føroyar eru eitt mikroland í stødd (væl minni enn Næstved kommune, sum hevur 85.000 íbúgvar og er ein av størru kommununum í Danmark (tilsamans 98 kommunur í tali).
Landsins myndugleikar krevja, at onnur í almenna geiranum skulu spara og gera bygnaðnarbroytingar - her eiga okkara landspolitikarar at ganga á odda at rationalisera samfelagið og skipa tað burðardygt búskaparliga, umsitingarliga og sosialt.
Endamálið við kommunusamanlegging
Endamálið við kommunusamanlegging, um nakar skuldi ivast, so er tað fyri at skipa samfelagið produktivt og effektivt - og meira nútímans:
1. Stórdriftsfyrimunir og sterkari búskap
Skapa synergieffektir 1+1=3, t.d. spara pening til bygdaráðsarbeiði og ódýrari umsiting, betri útnyttan av tilfeingi (gera eina stóra íløgu í økinum, ístaðin fyri 3 minni og vánaligar íløgur innan sama virksemi). Og ikki minst fyri at menna útjaðaran til betri at kunna veita vælferðartilboð til teir borgarar, sum velja at festa búgv, tí eitt arbeiði er har til teir.
2. Professionalisering og faklig dygd
Sterkari fakligt umhvørvi og loysa meira kompleksar vælferðaruppgávur, sum nútímans samfelagið krevur.
3. Strategisk ráðlegging og vinnumenning
Betri heildarætlanir innan menning av almennum flutningi, neyðtilbúgving, lokalt vegakervið, varðveiting av náttúru etc. Menna nýggjar vinnur, herundir menna ferðvinnuna.
Núverandi kommunubygnaður skundar undir at avtofta smáu kommunurnar.
Kommunusamanleggingar eru í okkara grannalondum, Danmark, Norra, Svøríki og Finnlandi, avgreiddar fyri 30-40-50 árum síðan - so nú er tíðin komin til 24 færri kommunur í Føroyum
- Actions over Words
Reidar Nónfjall