Eftir fleiri ára fyrireikingar og drúgt kjak um staðsetingina er sjálv byggingin av nýggju kirkjuni á Argjum nú av álvara farin í gongd.
Nógv fólk vóru komin saman har kirkjan skal byggjast við Støðlagøtu og Sandá klokkan 14 í dag, tá hátíðarløta var í sambandi við, at fyrsta flagið varð loyst.
Fróði Ólason Olsen, formaður í Argja kirkjuráð, beyð vælkomin og helt røðu. Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, helt eisini røðu.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, helt síðani røðu og lýsti vælsignilsi yvir arbeiðið.
Tað vóru Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen, sum fingu heiðurin at loysa fyrstu fløgini. Tey eru millum elstu fólk á Argjum og hava øll sitið í kirkjuráðnum.
Kvinnubólkurin Tabitha sang eisini undir hátíðarløtuni, og aftaná varð boðið til kaffi og køku í verandi Argja kirkju.
Kostar 84 milliónir
Nýggja kirkjan er mett at fara at kosta 84 milliónir krónur, og eftir ætlan skal hon standa liðug á sumri í 2028. Byggitíðin er mett til umleið 22 mánaðir.
Fíggingin verður býtt millum kirkjuráðið, landið og Fólkakirkjuna, sum gjalda hvør sín triðing. Ein partur av eginfíggingini hjá kirkjuráðnum kemur frá søluni av verandi Argja kirkju. Hon er seld Kvinnuhúsinum, sum eftir ætlan yvirtekur bygningin 1. januar 2028.
Tað hevur verið ein drúgv og til tíðir sera stríðin tilgongd at koma so langt. Serliga staðsetingin við Sandá hevur elvt til mótmæli. Tá Tórshavnar býráð í februar 2024 viðgjørdi prinsippielt byggiloyvi, atkvøddu átta býráðslimir fyri og fimm ímóti.
Mótstøðan hevur eisini verið sjónlig heilt fram til byggibyrjanina. Í gjár skrivaði Jenny Old, sum hevur verið virkin í mótstøðuni, at meira enn 2.200 undirskriftir vóru savnaðar fyri at varðveita økið við Sandá.
Men í dag varð fyrsta flagið loyst, og harvið er sjøtul settur á sjálva byggingina av nýggju kirkjuni.