Í millumbólki 2 í Champions League stríddust Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG manniliga móti oddaliðnum, Barcelona á útivølli. Leingi gav GOG Barcelona ein skarpan gang, og tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at Barcelona dróg frá GOG. Dysturin endaði við 35-28 (17-16) sigri til Barcelona.
Óli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin tryggjaði sær fyrstu stigini í millumbólki 1 við 33-29 heimasigri á MT Melsungen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 18-15.
Hákun var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.