Føroyska U17-gentulandsliðið í hondbólti fekk eina góða byrjan upp á EM-undankappingina á heimavølli.
Í kvøld gjørdist talan um 32-30 sigur á Ísrael í høllini við Tjarnir. Ísrael var á odda 15-11 í steðginum, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika var Ísrael á odda 27-24. Men ein flottur endaspurtur tryggjaði Føroyum sigurin.
Poulina á Heygum við sjey málum og Fía Nolsøe við seks málum gingu undan í málskjótingini.
Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar móti Íslandi.
Ísland vann í kvøld stórsigur 32-17 (19-9) á Turkalandi. Føroyar spæla móti Turkalandi sunnudagin klokkan 17.