info
Ongi úrslit

Vatntrupulleikar á Eiði: Borgarar fáa vatn í fløskum

Eiðis kommuna letur teimum, sum mangla vatnveiting, vatn í fløskum. Arbeitt verður framhaldandi við at fáa vatnveitingina í rættlag.

Eirikur Lindenskov
50 minuttir síðan

Vatn í fløskum skal hjálpa teimum borgarum í Eiðis kommunu, sum framvegis mangla vatn úr krananum.

Tað boðar kommunan frá á Facebook, har hon hevur lagt eina mynd út av einum vørubili við nógvum pakkum av vatnfløskum.

– Tey ið enn mangla vatnveiting fáa nú vatn í fløskum, skrivar kommunan.

Samstundis verður upplýst, at arbeiðið við vatnveitingini heldur fram.

– Haldi okkum til góðar, skrivar kommunan.

 

Fleiri fráboðanir um vatntrupulleikar

Kommunan hevur eisini kunnað um trupulleikarnar á heimasíðu síni.

Í einari fráboðan, dagfestari 9. september og dagførdari leypandi, verður sagt, at vatnveitingin ikki virkar vegna áhaldandi avbjóðingar. Har verður arbeitt við at fáa hana støðuga aftur. Tað framgongur av heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.

Eisini 27. august boðaði kommunan frá, at vatnleiðingin fyri størsta partin av Eiðis bygd var óstøðug. Tá varð somuleiðis arbeitt við at loysa trupulleikan, sambært fráboðanini frá kommununi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

17 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

18 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

6 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

15 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

7 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

2 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

5 minuttir síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

29 minuttir síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

46 minuttir síðan
Tíðindi

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

48 minuttir síðan
Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

1 tími síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

2 tímar síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsliðsúttøkurnar vera mánadagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Upsi og aling - hvat vita vit?

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm lótu lív í bussvanlukku í Sveis

4 tímar síðan