Ólavur Olsen er 49 ár og útbúgvin tónleikari og tónleikalærari frá Det Jyske Musikkonservatorium við trompet sum høvuðsljóðføri. Í 2022 varð hann liðugur við Diplomútbúgving í Leiðslu á Glasi.
Ólavur hevur starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini síðan 2004 og hevur verið varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla síðan 2016. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu og fyrisiting og hevur samstundis verið virkin tónleikari í føroyskum tónleikalívi í nógv ár.
Seinastu tíðina hevur Ólavur røkt starvið sum virkandi leiðari í Tórshavnar Musikkskúla og tekur nú við sum leiðari.