info
Ongi úrslit

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

Rúmdarvirksemi er ikki skipað í føroyskari lóggávu. Jacob Vestergaard heldur tó, at tað er vert at kanna møguleikarnar, nú grannalondini hava økt virksemið á økinum.

Jørðin sædd úr rúmdini. Myndin er sett saman úr fylgisveinaupplýsingum. Jacob Vestergaard heldur, at tað er vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi í Føroyum. Mynd: NASA Goddard Space Flight Center / Reto Stöckli og Robert Simmon.
Eirikur Lindenskov
43 minuttir síðan

Tað er vert at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri rúmdarvirksemi í Føroyum.

Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni.

Bjarni Kárason Petersen vildi millum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin sær møguleikar í einari føroyskari rúmdarvinnu, og hvat hann ætlar at gera fyri at eggja til slíkt virksemi.

Í svarinum vísir Jacob Vestergaard á gongdina í grannalondunum.

– Tað er tó ein sannroynd, at okkara grannalond hava økt um virksemið á hesum økinum seinastu árini. Tað er tískil vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slag í Føroyum, skrivar landsstýrismaðurin.

Eingin føroysk lóggáva á økinum

Ein stórur partur av fyrispurninginum snýr seg um lógargrundarlagið undir møguligum rúmdarvirksemi.

Bjarni Kárason Petersen spyr bæði um virksemið sum heild og um møguleikan at staðseta og reka jarðbundin undirstøðukervi í Føroyum. Talan er annars vegar um útbúnað, sum samskiftir við eindir í ringrás kring jørðina, og hins vegar um útbúnað til at senda lutir í ringrás.

Sambært Jacob Vestergaard er rúmdarvirksemi ikki regulerað í føroyskari lóggávu.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at økið verður mett at hoyra undir málsøkið flogferðsla og tí ikki er eitt yvirtikið málsøki.

Donsk lóg er ikki sett í gildi

Í Danmark er rúmdarvirksemi skipað við einari lóg frá 11. mai 2016 um virksemi í ytra rúminum.

Sambært svarinum kann lógin setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan og við teimum tillagingum, sum føroysk viðurskifti gera neyðugar. Tað er tó ikki gjørt.

Jacob Vestergaard vísir á, at rúmdarvirksemi hevur fylt lítið í politiska kjakinum í Føroyum seinastu árini. Hann metir, at hetta helst er orsøkin til, at danska lógin ikki er sett í gildi her.

Nevnir eingi ítøkilig átøk

Hóast landsstýrismaðurin heldur tað vera vert at kanna møguleikarnar, nevnir hann eingi ítøkilig átøk ella nakra tíðarætlan fyri arbeiðinum.

Hann upplýsir heldur ikki, at ein kanning er sett í verk.

At enda í svarinum vísir Jacob Vestergaard til Ríkisumboðið, tí talan er um danskt málsøki.

Svarið frá Vinnumálaráðnum er dagfest 10. september.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

18 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

19 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

6 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

16 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

19 minuttir síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

32 minuttir síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

1 tími síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

1 tími síðan
Tíðindi

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

1 tími síðan
Tíðindi

Vatntrupulleikar á Eiði: Borgarar fáa vatn í fløskum

1 tími síðan
Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

2 tímar síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsliðsúttøkurnar vera mánadagin

4 tímar síðan