info
Ongi úrslit

Viðmerking til Rógva Olavson: Vit gleðast um fólkavøksturin og loysa trupulleikarnar

Heðin Mortensen, valevni fyri Javnaðarflokkin
7. desember 2022 kl. 12:22

Rogvi Olavson finst í skrivi harðliga at Javnaðarflokkinum í býráðnum fyri ikki at hava útvegað nóg mikið av dagstovnaplássum til øll tey, ið hava brúk fyri plássi.

Rætt er, at kommunan hevur tørv á fleiri plássum. Men hetta er ikki ein nýggj støða. Hon byrjar faktiskt í undanfarna samgonguskeiði undir Anniku Olsen og Gunvør Balle.

Javnaðarflokkurin virkaði konstruktivt saman við teimum tá og fleiri góðar ætlanir vórðu framdar.

Her kunnu nevnast:

-           Fríðriksgarður lat upp í 2019 við fýra nýggjum stovum (64 nýggj pláss)

-           Býlingshúsið í Maritugøtu varð uppbygt við einari stovu í 2019 (12 nýggj pláss)

-           Býlingshúsið Inni á Gøtu varð útbygt við einari stovu í 2019 (12 nýggj pláss)

-           Býlingshúsið vesturi á Flat varð bygt út í 2020 við fýra nýggjum stovum (64 nýggj pláss)

-           Lonirnar í Hoydølum byrjaðu í 2019 (48 pláss)

-           Miðstovnurin flutti í gamla realskúlan og umbyggingin av skúlabygningi í Kongagøtu til dagstovn varð liðug í ár (96 nýggj pláss)

Harumfamt hevur býráðið júst samtykt at byggja Dagstovnin á Hamrinum við seks nýggjum stovum og harvið 96 nýggjum plássum, sum verða tøk í 2024.

Aftrat eru fyrireikingar byrjaðar at útbyggja Býlingshúsið í Norðasta horni við trimum stovum (44 nýggj pláss), og at útbyggja Dagstovn Hans Andrias Djurhuus út við tveimum stovum (32 pláss).

Alt hetta tilsamans eru uml. 370 nýggj pláss, sum øll í býráðnum hava viðvirkað til, og vit eru sannførd um, at kommunan um stutta tíð hevur neyðuga plásskapasitetin.

Rogvi Ólavson finnist eisini at BARN skipanini, sum er trupul at brúka, tá pláss ikki eru tøk. Har eru vit samdir, og mentamálanevndin hevur á síðsta fundi avgjørt at fara frá hesi skipanini og hevur sett í gongd at fáa eina nýggja og meira brúkaravinarliga skipan, har foreldur ikki sjálvi skulu leita eftir plássi, men skipanin.

Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin í býráðnum hevur støðuna hjá foreldrum og børnunum fremst í huga. Vit gleðast um stóra fólkavøksturin og tey mongu smáu, sum eru løgst aftrat. Tørvin á dagstovnaplássum loysa vit eisini.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

18 tímar síðan

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinta á ting fyri nýggjan flokk

26 minuttir síðan
Tíðindi

Helgi til New York – Haraldur á ting

31 minuttir síðan
Tíðindi

Turkur fær vatnið í pólskum byrgingarvatni at hvørva

38 minuttir síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

50 minuttir síðan
Tíðindi

PRG saltar tosk til Bankakvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

2 tímar síðan
Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

2 tímar síðan
Tíðindi

Skeiva tornið í Pisa - hvør ber prísin?

3 tímar síðan
Tíðindi

Góðar søgur síðan 1956

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðla Eydnudeildini saman við Skansanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sethúsaøki í Vestmanna verður broytt til frítíðarhús og húsvognar

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður vænt­ar at land­ið fíggj­ar sín part av ítrótta­há­skúla­

4 tímar síðan