Fyrr í kvøld varð støða tikin til at gevast við leitingini eftir fýra útlendskum ferðafólkum, sum fóru út at fiska í einum leigaðum báti í Noregi fríggjamorgunin.
Tá tey fýra ikki vóru komin aftur til avtalaða tíð í gjárkvøldið, varð stór leiting sett í verk á leiðini út fyri Averøy í Møre og Romsdal.
Fyrr í kvøld varð so gjørt av at gevast við leitingini - í øllum førum fyri í kvøld.
- Leypandi metingar verða gjørdar um, nær - ella um - leitingin verður tikin uppaftur, sigur átaksleiðarin, Espen Andrésen.
Norskir miðlar, sum hava fylgt við stóra leitingarátakinum, siga, at báturin seinni er funnin, men eingin av teimum saknaðu var í bátinum.
Lesið eisini: Leita eftir báti við útlendskum ferðafólkum