info
Ongi úrslit

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

Nærum fimti hvør drekkur orkudrykkir dagliga, og 30 prosent siga seg hava havt heilsuligar trupulleikar av teimum. Tað vísir ein nýggj norðurlendsk kanning.

© Fotograf Matts Lindqvist
Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 10:15

Orkudrykkir eru ein fastur partur av gerandisdegnum hjá nógvum ungum í Norðurlondum. Seks av tíggju drekka teir minst eina ferð um vikuna, og nærum helvtin sigur, at tey í minsta lagi viðhvørt ikki klára seg ígjøgnum dagin uttan.

Tað skrivar Norðurlendska ráðharraráðið um eina kanning millum 4.916 ung í aldrinum 15 til 19 ár í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.

30 prosent siga seg hava upplivað eitt nú hjartabankan, svøvntrupulleikar og svimbul í sambandi við orkudrykkir. Triði hvør vil minka um nýtsluna.

Smakkurin er vanligasta orsøkin til at drekka orkudrykkir. Onnur drekka teir fyri at fáa meira orku ella halda sær vaknum.

Nýtslan er størst í Svøríki, har 75 prosent drekka orkudrykkir hvørja viku. Í Danmark er talið 43 prosent.

Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum, metir úrslitini vera eitt ávaringartekin.

Svenska matvørustýrið hevur staðið fyri kanningini. Næsta stig er at taka ung við í arbeiðið at finna tiltøk, sum kunnu minka um nýtsluna.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

16 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

1 tími síðan
Tíðindi

Skeiva tornið í Pisa - hvør ber prísin?

1 tími síðan
Tíðindi

Góðar søgur síðan 1956

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðla Eydnudeildini saman við Skansanum

1 tími síðan
Tíðindi

Sethúsaøki í Vestmanna verður broytt til frítíðarhús og húsvognar

2 tímar síðan
Tíðindi

Bárður vænt­ar at land­ið fíggj­ar sín part av ítrótta­há­skúla­

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórsigur á Mauritania

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

3 tímar síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

11 tímar síðan