info
Ongi úrslit

Skeiva tornið í Pisa - hvør ber prísin?

Kirsti Hansen
22. september 2026 kl. 09:34

Nærum annað hvørt barn er farið frá fyrsta til nígginda flokk, uttan at læra at lesa á nøktandi støði. Hvør hevur ábyrgdina og kom úrslitið óvart á?

I øllum Pisa-kanningum, ið føroyskir næmingar hava luttikið í, hevur úrslitið verið stak, stak vánaligt, so her er onki nýtt sum so, annað enn, at tað stendur við og versnar, uttan at tiltøk verða sett inn. Heldur hevur man fíggjarliga gjørt ymiskar sparingar ella rationaliseringar, ið hava gjørt ilt verri, so støðan er har eftir. Hetta hevur m.a. verið tikið fram í miðlunum, nú úrslitið kom.

Ein pisa uttan flog

Okkara børn og ung eru ein týdningarmikil partur av okkara stovnsfæið. Tað er bæði tann sterkasti og veikasti liður. Tey eru grundarlagið undir landsins framtíð. Tey kunnu ikki verja seg sjálvi. Tað eru foreldur teirra, námsfrøðingar teirra, lærarar teirra, skúlamyndugleikar teirra og teir politisku myndugleikarnar, ið skulu standa garð um barnið og unglingin. Tað eru tey øll í felag, ið mugu taka ábyrgd og bera so í bandi, at barnið kemur trygt ígjøgnum sín barndóm og ungdóm. Hvør liður hevur alstóran týdning. Um eitt lið haltar, av ein hvørji orsøk, mugu hini stíga til. Karmurin er alt avgerandi fyri, at pisan kemur á flog og kann flúgva sjálv. 

Í dag er næstan onnur hvør pisa fyri vanlagnu. Hetta er ein øgilig strongd bæði kensluliga, mentalt og kropsliga fyri eitt barn og ein ungling at liva við. Hetta kann koma at ávirka teirra lív nógv ár framyvir og somuleiðis teirra førleikar at útbúgva seg. Hetta kann koma at kosta samfelagnum ómetaliga nógv í mistari arbeiðsinntøku og sálarligari hjálp, sjúkrafráveru o.a. Allar kanningar vísa at útbúgving er tann mest tíðandi variabul fyri eitt haldgott lív.

At læra er at liva og at liva er at læra

Læringin byrjar beinanvegin eitt barn kemur í verðina, um tað er við ella uttan mál. Barnið ger á ymsan hátt vart við, at tað er svangt, ótilpass o.a. Og mamman roynir at avlesa barnið eftir besta førimuni. Sama er í djóraverðini. Vit útveksla alla tíðina við okkara umverð og læra av hvørjum øðrum hvønn tann einasta dag, mangan uttan at vit gera okkum far um tað.

Um eitt barn klárar seg væl ella illa hevur sjáldan nakað við intelligens at gera. Skúlin er innrættaður so, at øll børn skulu kunna klára seg. Tær sosialu umstøðurnar ávirka sjálvandi, hvussu eitt barn mennist bæði kensluliga og mentalt. Og her er uppgávan hjá lærara og námsfrøðingi, at lofta barninum.

Traumatiserað innlæring

Eitt barn, ið onkursvegna er traumatiserað í síni innlæring má hava hjálp at koma á glið. Eitt jaligt umhvørvið er alt avgerandi. Tað hava vit m.a. sæð í svensku sjónvarpsrøðini “Klass 9.a” frá 2008, har 8 sonevndir superlærarir megnaðu at venda ein heilan klassa frá drumbastigi til eitt væl hægri stig, so tey kundu halda áfram í studentaskúla. Tvær danskar sendingar komu um nøkulunda somu tíð: Plan B (2007) og Skolen (2008), sum snúði seg m.a. um at finna inn til lykilin, ið triggaði læringina og sostatt gleðina við at læra. Eisini hesar sendingar vístu, hvussu lætt tað er at venda tað miseydnaða til tað væleydnaða.

Gleðin við at læra

Tað at læra rúmar eina so ótrúliga gleði. Øll kenna vit gleðina, tá vit hava lært okkurt nýtt, ella hava lisið okkurt, ið gav eitt nýtt innlit, nýggjan førleika ella víðkaði okkara vitan. Ella vit hava lisið eina góða skaldsøgu, lurtað eftir góðum tónleiki ella tikið eina útbúgving. Mangan gloyma vit at geva okkum far um tað, ið er so sjálvsagt. At læra hevur so ómetaligan týdning fyri okkara lívsgóðsku og menning gjøgnum lívið.

Jørn Lund, professari, skrivar í bók síni, Den sproglige dagsorden, m.a. um júst hetta, - og hann dent á, at tað mest grundleggjandi undir allari læring kostar onki! Vit geva okkara børnum rós og viðurkenning og stimbra teirra sjálvkenslu. Vit royna at styrkja teirra sjálvsálit, teirra sjálvsfatan og saman gleðast vit yvir at tey klára seg væl. Tað sama er galdandi í mun til alt okkara umhvørvi.

Sum samfelag kunnu vit ikki góðtaka, at nærum annarhvør næmingur er sokallaður funktionellur analfabetur, tvs. ikki hevur nøktandi lesiførleika. Tað er onki annað enn ein svikagerð móti tí einstaka næminginum. Tað er næmingurin, ið ber prísin. 

Gev barninum aftur gleðina og stoltleikan við at læra og ganga í skúla!

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

32 minuttir síðan
Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

38 minuttir síðan
Tíðindi

Góðar søgur síðan 1956

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðla Eydnudeildini saman við Skansanum

1 tími síðan
Tíðindi

Sethúsaøki í Vestmanna verður broytt til frítíðarhús og húsvognar

1 tími síðan
Tíðindi

Bárður vænt­ar at land­ið fíggj­ar sín part av ítrótta­há­skúla­

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórsigur á Mauritania

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

3 tímar síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

10 tímar síðan