info
Ongi úrslit

Góðar søgur síðan 1956

70 ára hátíðarhald hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 09:33

Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fyllir 70 ár í ár, skipa Lærarafelagið og Bókadeildin fyri almennum hátíðarhaldi við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og ábiti í Finsen á altjóða læraradegnum 5. oktober kl. 13.00-17. Øll eru vælkomin.

Dagurin verður skipaður í tvey tiltøk, sum hanga saman. Tað fyrra við framløgum um føroyskar barna- og ungdómsbøkur, og tað seinna sum 70 ára móttøka.

Barna- ungdómsbøkur á føroyskum kl. 13.00 – 14.45

·      Vælkomin og upplegg um Bókadeild Føroya – Sigfríður Sólsker, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags

·      Søgan hjá Bókadeildini - Niels Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags

·      Upplestur – Ingun Christensen

·      Føroyskar barnabókmentir í dag – Paula Gaard, phd í bókmentafrøði

·      Upplestur – Rakel Helmsdal

·      Takk fyri – Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum

Móttøka – Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár kl. 15.00

·      Vælkomin – Sigfríður S. Sólsker og Jacob Eli S. Olsen

·      Ábit

·      Upplestur – Elin á Rógvi

·      Rithøvundavitjanir verða kunngjørdar

·      Avdúking

·      Marius Ziska spælir nøkur løg

Rithøvundavitjanir í føðingardagsgávu

Eitt, sum kann gera stóra munin fyri lesigleðina hjá børnum og ungum, er at hitta rithøvundin. Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fyllir 70 ár í ár gevur Føroya Lærarafelag tíggju skúlaflokkum møguleikan at fáa rithøvundavitjan í vetur. Rithøvundavitjanin er ókeypis, hon er ein føðingardagsgáva til næmingar og lærararnar í Føroyum.

Rithøvundarnir, sum koma at vitja skúlaflokkarnar, hava allir givið upprunaføroyskar bøkur út hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tey eru: Betta á Dalinum, Oddfríður Marni Rasmussen, Dánial Hoydal, Urd Johannesen, Elin á Rógvi, Silja Aldudóttir, Rakel Helmsdal, Ingun Christensen, Marjun Syderbø Kjelnæs og Elin Michelsen.

Skúlaflokkar kunnu søkja um at fáa eina vitjan og siga hvønn rithøvund, tey vilja hava. Síðan verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar. Á hátíðarhaldinum á Finsen verður kunnað, hvørjir skúlaflokkar eru so hepnir at fáa ein rithøvund á vitjan.

Bókadeildin

Bókadeild Føroya Lærarafelags er eitt forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Bókadeildin gevur umleið 70 bøkur út um árið. Hetta er bæði bøkur, ið eru útvaldar og týddar til føroyskt, umframt upprunaføroyskar bøkur. Í 2026 gevur Bókadeildin 14 upprunaføroyskar bøkur út, sostatt eru heili 21% av ársins 65 útgávum upprunaføroyskar. Harumframt gevur Bókadeildin út barnabløðini Strok og Píka7, fakblaðið Skúlablaðið og poddvarpið Ung lesa.

Ólavsøkudag í 1956 settu lærarar Bókadeild Føroya Lærarafelags á stovn, tí ynski var at fáa fleiri bøkur á føroyskum til børn og ung, og týdningurin at hava barna- og ungdómsbøkur á føroyskum er eins stórur í dag, sum hann var tá. Tí er tað alneyðugt, at vit hava eitt sterkt og virkisført barnabókaforlag í Føroyum at geva bøkur út á føroyskum, so børn og ung fáa bókmentir á høgum støðið, ið eru í eygnahædd við viðkomandi list og mentan, so at vit nú og í framtíðini hava eitt livandi mál.

Á Bókadeildini starvast umframt stjóran, tríggir ritstjórar, eitt marknaðarfólk og blaðstjórin á barnabløðunum.

Bókaklubbin

Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags var settur á stovn í 1986. Endamálið tá og nú er at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar. Í dag eru omanfyri 2000 limir í Bókaklubbanum, harav fleiri enn 300 av limunum búgva uttanfyri Føroyar. Limir fáa bøkur sendandi sjey ferðir um árið við ókeypis flutningi. Stuðulsavtalur við Føroya banka, Lív og Smyril Line gera, at tað er ókeypis útbering fyri allar limir, sama hvar á knøttinum, teir búgva.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

28 minuttir síðan
Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

34 minuttir síðan
Tíðindi

Skeiva tornið í Pisa - hvør ber prísin?

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðla Eydnudeildini saman við Skansanum

1 tími síðan
Tíðindi

Sethúsaøki í Vestmanna verður broytt til frítíðarhús og húsvognar

1 tími síðan
Tíðindi

Bárður vænt­ar at land­ið fíggj­ar sín part av ítrótta­há­skúla­

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórsigur á Mauritania

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

3 tímar síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

10 tímar síðan