info
Ongi úrslit

Bárður vænt­ar at land­ið fíggj­ar sín part av ítrótta­há­skúla­

Nordea-grunnurin hevur játtað 39,8 milliónir krónur til nýggjan ítróttaháskúla í Vági, treytað av at landið játtar somu upphædd. Landsstýrismaðurin í mentamálum væntar, at løgtingið tekur undir við ætlanini.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 08:32

Landið skal eftir ætlan rinda sín part av nýggja ítróttaháskúlanum í Vági, og pengar eru settir av næstu árini. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, við Kringvarpið.

Nordea-grunnurin hevur játtað 39,8 milliónir krónur til byggingina. Treytin er tó, at landið eisini játtar skúlanum somu upphædd.

Bárður á Lakjuni sigur við Kringvarpið, at pengar fyrr í ár eru játtaðir til projekteringina. Nakað vantar enn í, men sambært landsstýrismanninum koma teir pengarnir næsta ár.

Lesið eisini: Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

Projekteringin skal verða liðug, áðrenn ein heimildarlóg verður løgd fyri løgtingið til samtyktar.

– Tað stendur í háskúlalógini, at landið kann fíggja upp til helvtina av slíkum verkætlanum, og eg eri rættiliga vísur í, at hetta verður til veruleika, sigur Bárður á Lakjuni við Kringvarpið.

Hann vísir á, at lagt er upp fyri byggingini við játtanum fram til 2029, og at hann avgjørt roknar við, at løgtingið fer at siga ja.

Umframt játtanina frá Nordea-grunninum hevur Fólkatingið játtað fimm milliónir krónur til verkætlanina. Vágs kommuna hevur latið byggiøkið.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stuðla Eydnudeildini saman við Skansanum

7 minuttir síðan
Tíðindi

Sethúsaøki í Vestmanna verður broytt til frítíðarhús og húsvognar

36 minuttir síðan
Tíðindi

Stórsigur á Mauritania

1 tími síðan
Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

1 tími síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

1 tími síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

9 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

9 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

11 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

11 tímar síðan