info
Ongi úrslit

Vit gera tað dýrt fyri okkum sjálvi!

Visti tú av, at landskassin krevur 325 krónur í avgjøldum fyri 200 krónur av sjokolátu? og so spyrja vit okkum sjálvi hví tað er so dýrt at liva í Føroyum.

Bjarni Kárason Petersen
30. september 2026 kl. 15:51

Tíðin er komin til eina uppgerð við mongu avgjøldini í Føroyum.

Á heimasíðuni hjá Taks sæst eitt dømi um hvat eitt kilo av sjokolátu fyri 200 krónur kostar í tolli og avgjøldum.

Fyri 200 krónur av sjokolátu + 50 krónur í frakt og trygging skalt tú rinda 50 krónur í tolli, 136 krónur í punktgjaldi, 109 krónur í MVG og 30 krónur í avgreiðslugjald til Taks. Eitt kilo á sjokolátu við einum fakturaprísi á 200 krónur endar sostatt við at kosta 575 krónur, tá ið tað stendur á køksborðinum.

fyrst í 90'unum fingu Føroyar innført meirvirðisgjald. Samstundis vóru fleiri punktgjøld tikin av.

Men hesi seinastu árini hava vit sæð at fleiri punktgjøld og avgjøld eru løgd afturat seinastu árini, við tí fyri eyga at gjøldini skulu hava ein uppalandi virkna, og annars at skaffa fleiri inntøkur til landskassan.

Sostatt er mann farin frá at meirvirðisgjaldið skuldi avloysa punktgjøld og onnur avgjøld, til at føroysku húsarhaldini í dag rinda BÆÐI meirvirðisgjald og onnur avgjøld.

Tað merkir, at tá ið fólkapensjonisturin, barnafamiljan ella tann lesandi fer inn í handilin at keypa, so fer ein stórur partur av kvittanini í landskassan.

Allir flokkar munnu eiga sín lut í, at vit eru komin hertil.

Men øll politiska skipanin er nú samd um, at tað er ov dýrt at búgva og reka vinnu í Føroyum. Men tá ið vit hava eina rúgvu av avgjøldum, so verður alt dýrari. Tað sigur seg sjálvt.

Tí áttu vit at farið inn og hugt eftir øllum teimum tollum punktgjøldum og avgjøldum, sum gera tað so dýrt at liva og reka vinnu í Føroyum.

Tí havi eg sett ein §52 fyrispurning til landsstýrismannin í Fíggjarmálum, fyri at fáa eina støðulýsing, umframt at hoyra hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við málið.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtinsmaður fyri Framsókn

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Samstarv, skynsemi og yvirskot

0 minuttir síðan
Tíðindi

ICES mælir til meira enn tvífalda makrelveiðu

1 tími síðan
Tíðindi

Russland hóttir Nato við kjarnorkuvápnum

1 tími síðan
Tíðindi

Avtala um at gera øki í Fuglafirði byggibúgvið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?

1 tími síðan
Tíðindi

Barnafamiljur fáa ítøkilig lyfti – fyritíðarpensjónistar kunnu ikki bíða longur

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri gistu á gist­ingar­húsu­num í summar

3 tímar síðan
Tíðindi

Í oktober kemur sætta Harry Potter-bókin í myndprýddari útgávu

3 tímar síðan
Myndasøvn

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 lagt fram í dag

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Magnusi og Jóhan møtast í fjórðingsfinalunum

5 tímar síðan
Tíðindi

38,5 milli­ón­ir eru í av­lopi á fíggjar­lógini

6 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíkið á sparkivølli

6 tímar síðan