Í Eiðis kommunu verður nú arbeitt við at skifta graslíkið á sparkivøllinum við skúlan.
- Meðan arbeiðið fer fram, er ikki loyvt at fara inn á vøllin, siga tey í kommununi.
Á Eiði verður roknað við, at arbeiðið væntandi verður liðugt hóskvøldið.
- Tá arbeiðið er liðugt, verður vøllurin latin uppaftur, verður lagt aftrat.
Í kommununi heita tey á øll um at virða avmarkingina, meðan arbeiðið at skifta graslíkið fer fram.