Russiska landoyggin, Kaliningrad, sum liggur millum Pólland og Litava, er nógv útbygd hernaðarliga.
Um Nato roynir at avbyrgja Kaliningrad, hóttir Russland við at brúka kjarnorkuvápn.
Tað framgongur av einum skjali, sum leiðslan í Moskva hevur sent Nato, og sum tíðindastovan Reutes hevur fingið innlit í.
Í skjalinum skuldsetir Russland Nato fyri at hava eina "vandamikla og fyrilitarleysa kós", sum økir spenningin og vandan fyri vápnaðum stríði.
Skjalið nevnir møguleikan fyri russiskum álopum á miðstøðir í Nato-limalondum í somu løtu, sum møguligt stríð tekur seg upp.
- Russland verður til reiðar at brúka allar sínar vápnagoymslur, íroknað kjarnorkuvápn, fyri at verja sítt landaøki, um Nato-lond royna at avbyrgja Kaliningrad frá restini av Russlandi.
Soleiðis stendur í skjalinum, sum leiðslan í Moskva hevur sent Nato.
Í dag gjørdi Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, viðmerkingar til skjalið, og tað er eisini tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur talsmannin.
- Tað er bara náttúrligt, at okkara diplomatar royna at minna Evropa á hetta.
Eitt talsfólk fyri Nato váttar yvirfyri Reuters, at verjusamgongan hevur figið eitt skjal frá leiðsluni í Moskva, men talsfólkið vil ikki gera viðmerkingar til innihaldið.
- Vit hava sent eitt svar, har vit leggja dent á, at Nato er ein defensiv samgonga, og at eingin av okkara aktivitetum ella venjingum eru til vanda fyri nakran part av Russlandi.
Nato fordømir upp á tað harðasta russisku hóttaninar um brúk av hermegi og ábyrgdarleysan kjarnorkuretorikk.
- Vit heita á Russland um at enda kríggið, sum landið førir í Ukraina, sigur talsfólkið hjá verjusamgonguni, Nato.