info
Ongi úrslit

Fleiri gistu á gist­ingar­húsu­num í summar

Í summar gistu gestirnir 112.000 nætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað er 10 prosent fleiri fólkanætur enn summarið í fjør. Gestirnir vóru fimm prosent fleiri

Nanný J. Toftegaard
30. september 2026 kl. 13:20

Hagstovan skrivar, at Fólkanæturnar settu met í summar. Fólkatali telur, hvussu nógvar nætur gestir gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur

Gestirnir gistu stívliga 112.000 nætur á føroysku gistingarhúsunum, sum er knappliga 10.200 fleiri enn summarið í fjør.

Gestirnir vóru eisini fleiri í tali, úr góðum 38.600 upp í 40.700. Tað eru 2.100 fleiri gestir enn summarið í fjør, og soleiðis økt fimm prosent. 

Størri vøkstur uttan fyri Suðurstreymoyar økið

Vøksturin í fólkanætum hevur verið størri uttanfyri Suðurstreymoyar økið enn í Suðurstreymoyarøkinum í summar samanborið við í fjør. Í summar vóru nærum 20.600 fólkanætur uttanfyri Suðurstreymoyar økið. Tað eru 5.800 fleiri enn summarið í fjør og økt næstan 40 prosent. 

Í Suðurstreymoyar økinum vóru 4.400 fleiri fólkanætur samanborið við summarið í fjør, sum er fimm prosent fleiri.

Nýtslustigið vaks, hóast størri rúmføri 

Í summar var nýtslustigið fyri kamarsnætur 86,4 prosent. Í fjør summar var nýtslustigið 82,8 prosent. Nýtslustigið fyri kamarsnætur vaks sostatt eitt vet við 3,6 prosentstigum. Kamarsnæturnar fóru úr 59.600 til 66.600. Tað eru 7.000 fleiri enn summarið í fjør, ið er ein øking á 12 prosent. 

Nýtslustigið fyri kamarsnætur var eitt vet hægri, eisini hóast rúmføri fyri kamarsnæturnar øktist hetta tíðarskeiðið. Í summar vaks rúmførið á føroysku gistingarhúsunum úr 72.000 til 77.150 kamarsnáttum. Rúmførið øktist sostatt við góðum 7 prosentum, sum fyrst og fremst kemst av, at nýtt gistingarhús lat upp í Klaksvík í summar.


Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

23 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barnafamiljur fáa ítøkilig lyfti – fyritíðarpensjónistar kunnu ikki bíða longur

17 minuttir síðan
Tíðindi

Í oktober kemur sætta Harry Potter-bókin í myndprýddari útgávu

1 tími síðan
Myndasøvn

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 lagt fram í dag

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Magnusi og Jóhan møtast í fjórðingsfinalunum

2 tímar síðan
Tíðindi

38,5 milli­ón­ir eru í av­lopi á fíggjar­lógini

3 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíkið á sparkivølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Skipa fyri skeiðum í íverksetan innan ferðavinnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leggja spillivatnið út á sjógv

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar sendi út neyðarkall

4 tímar síðan
Tíðindi

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

5 tímar síðan
Tíðindi

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

6 tímar síðan