Tá Bogi Jacobsen tók við sum samtaksstjóri í Varðanum í august 2020, var tað ikki sum ein nýggjur maður í fyritøkuni.
Hann hevði tá verið knýttur at Varðanum í meira enn 20 ár.
Bogi er útbúgvin skipsførari og gjørdist í 2003 skipari á Finni Fríða. Í 2012 fór hann í land og tók við sum stjóri í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og tvey ár seinni kom hann í nevndina hjá Varðanum.
Í 2020 tók hann so við ovasta stjórastarvinum eftir pápa sín, Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dunga-Jákup, sum hevði verið stjóri í 35 ár og var ein av stigtakarunum til Varðan.
Tí var tað eitt langt tíðarskeið í søguni hjá einari av størstu føroysku fyritøkunum, sum endaði, tá Varðin 17. september boðaði frá, at Bogi Jacobsen fór frá.
Felagið segði, at nevndin og Bogi Jacobsen vóru „komin ásamt um“ eina fráfaringaravtalu. Nevndin takkaði honum fyri arbeiðið, men eingin ítøkilig orsøk til fráferðina varð upplýst. 35Sosialurin2026_net.pdfPDF
Kom stutt eftir aðra broyting
Uppsøgnin kom bara góðan mánað eftir, at leiðslan á landi varð umskipað.
Í august tók Jákup Eli Thomsen við sum stjóri í Varðanum Pelagic og fekk ábyrgdina av bæði uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri og Faroe Marine Products í Leirvík.
Tá varð beinleiðis boðað frá, at Bogi Jacobsen helt fram sum stjóri í móðurfelagnum.
Men 17. september var eisini tað starvið liðugt.
Sámal Joensen, tekniskur leiðari, er settur sum fyribils stjóri, meðan nevndin leitar eftir nýggjum stjóra.
Fór eftir sera gott ár
Stjóraskiftið kemur eisini á einum fíggjarliga áhugaverdum tidspunkti.
Varðin hevði 231,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2025. Árið fyri var avlopið 119,2 milliónir.
Avlopið varð sostatt nærum tvífaldað eftir einum ári.
Sølan vaks upp í 1,374 milliardir krónur, og hóast uppsjóvarskipini fiskaðu minni enn árið fyri, fingu tey meira fyri fiskin. Serliga hægri makrelprísurin hevði positiva ávirkan.
Bogi Jacobsen skrivaði sjálvur undir ársfrásøgnina 19. juni bæði sum stjóri og nevndarlimur.
Varðin stendur eisini mitt í stórum íløgum. Felagið hevur boðað frá tveimum nýggjum frystitrolarum og íbúðarbygging í Norðragøtu. Tær íløgurnar eru tilsamans 426 milliónir krónur. So tað er ikki ein fyritøka í fíggjarligari afturgongd, sum Bogi Jacobsen nú er farin frá.
Í Vinnuni í Sosialinum í dag hyggja vit nærri at teimum meira enn 25 árunum hjá Boga Jacobsen í Varðanum – frá brúnni á Finni Fríða og uppbyggingini av Varðanum Pelagic til ovasta stjórastarvið – og at støðuni í samtakinum, nú hann brádliga er farin.
Sosialurin seinkaður – men kann lesast á netinum
Vegna ólag á flogferðsluni orsakað av veðrinum er Sosialurin seinkaður frá prentsmiðjuni heim úr Danmark.
Haldarar nýtast tó ikki at bíða eftir pappírsblaðnum. Alt blaðið kann lesast á sos.fo, har haldarar kunnu rita inn við haldaranummarinum.