info
Ongi úrslit

ICES mælir til meira enn tvífalda makrelveiðu

Tilmælið fyri makrel hækkar 102 prosent næsta ár. Eisini mælir ICES til størri veiðu av svartkjafti og norðhavssild í 2027.

Eirikur Lindenskov
30. september 2026 kl. 15:45

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES mælir til, at makrelveiðan í 2027 verður í mesta lagi 352.938 tons. Tað er meira enn tvífalt so nógv sum tilmælið fyri í ár, sum er 174.357 tons.

Tað upplýsir Havstovan í dag.

Stóra hækkingin kemst av, at gýtingarstovnurin av makreli aftur er komin upp um lívfrøðiliga markvirðið, sum verður nevnt Blim. Sambært Havstovuni eru tey víðgongdu verjutiltøkini, sum vórðu sett í verk í fjør, tí ikki longur neyðug.

Svartkjaftur hækkar 25 prosent

Fyri svartkjaft mælir ICES til eina veiðu á 1.064.191 tons næsta ár. Tað er 25 prosent meira enn tilmælið fyri 2026.

Orsøkin er góð tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

Tilmælið fyri norðhavssild hækkar 10 prosent, úr 533.914 tonsum í ár upp í 588.004 tons í 2027.

Fiskaslag

Tilmæli 2026

Tilmæli 2027

Broyting

Makrelur

174.357 tons

352.938 tons

+102 prosent

Svartkjaftur

851.344 tons

1.064.191 tons

+25 prosent

Norðhavssild

533.914 tons

588.004 tons

+10 prosent

Byggir á altjóða kanningar

Tilmælini byggja á stovnsmetingarnar fyri 2026, sum vórðu gjørdar á altjóða fundi í Keypmannahavn frá 26. august til 1. september.

Millum grundarlagið eru úrslit frá altjóða kanningunum av svartkjafti, sild og makreli, sum føroyska rannsóknarskipið Jákup Sverri tekur lut í.

Tølini eru vísindalig tilmæli um samlaðu veiðuna úr stovnunum og eru sostatt ikki føroyskar kvotur.

Kelda: Havstovan.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit gera tað dýrt fyri okkum sjálvi!

1 tími síðan
Tíðindi

Russland hóttir Nato við kjarnorkuvápnum

1 tími síðan
Tíðindi

Avtala um at gera øki í Fuglafirði byggibúgvið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?

1 tími síðan
Tíðindi

Barnafamiljur fáa ítøkilig lyfti – fyritíðarpensjónistar kunnu ikki bíða longur

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri gistu á gist­ingar­húsu­num í summar

3 tímar síðan
Tíðindi

Í oktober kemur sætta Harry Potter-bókin í myndprýddari útgávu

3 tímar síðan
Myndasøvn

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 lagt fram í dag

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Magnusi og Jóhan møtast í fjórðingsfinalunum

5 tímar síðan
Tíðindi

38,5 milli­ón­ir eru í av­lopi á fíggjar­lógini

6 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíkið á sparkivølli

6 tímar síðan
Tíðindi

Skipa fyri skeiðum í íverksetan innan ferðavinnu

6 tímar síðan