info
Ongi úrslit

Nuuk: Bæði funnin deyð

- Hetta er sjálvsagt ein sorgarleikur, og tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur Grønlands Politi

Vilmund Jacobsen
27. september 2026 kl. 23:01

Í vikuni kom Grønlands Politi við einari fráboðan, har tey eftirlýstu tvey ung fólk í Nuuk - við bæði nøvnum og myndum.

Í morgun visti løgreglan at siga, at síðstu nátt vórðu bæði funnin deyð.

Tað vóru sjálvboðin, sum høvdu leitað eftir teimum báðum eftirlýstu, sum settu seg í samband við Grønlands Politi.

Tey høvdu funnið eitt hvørt, sum tey hildu vera illgrunavert og sum tey sjálvi ikki vildu kanna nærri. Tí settu tey seg í samband við løgregluna.

Grønlands Politi sigur tó einki ítøkiligt um, hvat tað var, sum fekk tey sjálvbodnu at venda sær til løgregluna.

Vaktleiðarin, Poul Kreutzmann, sigur, at illgruni er ikki um, at nakað brotsverk er framt.

Sambært Grønlands Politi ynsktu tey sjálvbodnu ikki at kanna nærri tað, tey sóu og settu seg í samband við løgregluna klokkan 00.59 síðstu nátt.

- Vit fóru á staðið, og her varð staðfest, at talan var um tey bæði, sum vit hava eftirlýst, sigur Poul Kreutzmann.

Vaktleiðarin leggur aftrat, at sambært teimum kanningum, sum higartil eru gjørdar av líkunum, bendir einki á nakað brotsverk.

- Hetta er sjálvsagt ein sorgarleikur, og tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur Poul Kreutzmann við Sermitsiaq.

Lesið eisini: Eftirlýsingin hjá Grønlands Politi

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

26 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

34 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

51 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan